Hug at taka miðnám í Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi?
Nú hevur tú møgulleikan at søkja inn á Norðuratlantiska studentaflokkin, sum er ein slóðbrótandi verkætlan, har fýra norðurlendskir miðnámsskúlar samstarva. Tú tekur eina vanliga studentaútbúgving í fýra ymiskum londum saman við næmingum úr hesum londunum.
Útbúgvingin tekur trý ár og triðja lestrarhálva er á Kambsdali. Flokkurin hevur sín egna náttúruvísindaliga vanga við lærugreinunum biotøkni, arktiskari tøkni, støddfrøði og alisfrøði.
Tú hevur møguleika at søkja um stuðul til ferðing og vistarhald.
Les meira her
Her sigur ein NGK mamma frá, hvussu tað er, at hava eina dóttir á hesum heilt serliga miðnámstilboði:
“Frá foreldri til foreldur vil eg fegin viðmæla NGK. Nógvir tankar mólu í lítla høvdinum (tá dótturin skuldi byrja í NGK), hvat við matgerð? Innkeypi og listum? Klædnavaski? Freistingum? Toksambondum? Tíðarætlanum? Vinum? Skúlatingum? Lærarum, Málinum, Vegleiðarunum? Eg kundi hildið fram, men í staðin fyri at stúra, valdi eg at hava álit á henni, stuðla henni og vera til staðar… Tað, sum NGK ger og er fyri næmingarnar má upplivast! Dóttir mín er vorðin ein sera sjálvstøðug og málrættað ung kvinna, sum hevur allar møguleikar fyri framman.”
Hygg at filminum, har næmingar úr øllum trimum núverandi flokkum taka orðið 😊 Filmur
Áhugað kunnu venda sær til Magna Høgnesen, teldupostur: mgh@kambsdalur.fo
Umsóknarfreistin er mánadagin 1. mars.