Bókavørðurin viðmælir
Vitsti tú av, at á bókasavninum á Kambsdali eru 12.000 bøkur, ið tú sum næmingur kanst læna? Ætlar tú at lesa allar, skalt tú lesa 4.000 um árið ella á leið 400 um mánaðan hvørt skúlaár.
Tað sigur seg sjálvt, at tað hvørki er eitt realistiskt ella skilagott mál hjá einum vanligum miðnámsnæmingi. Men minni kann eisini muna. Vit hava biðið Jóhonnu Heðinsdóttir Wolles, bókavørð, viðmæla tríggjar bøkur úr savninum.
Fyrsta bókin er prosayrkingasavnið Skál (2020) hjá Daniu Tausen. Dania er av Toftum og gekk her á dalinum fyri nøkrum árum síðani.
– Í savninum lýsir hon ungdómslívið sæð úr einum gentusjónarhorni og einum dreingjasjónarhorni. Bæði berjast tey á hvør sín hátt við at finna útav, hvussu tey skulu liva. Hvør er man, tá man ikki longur trívist við at ganga á møti og koyra biltúr? Yrkingasavnið er lætt at lesa, og eg vænti, at fleiri ung kenna seg aftur í tekstunum hjá Daniu.
Næsta bókin er skaldsøgan Den der lever stille (2018) eftir donsku Leonoru Christinu Skov.
– Hendan bókin hevur tað til felags við Skál, at hon eisini snýr seg um at sleppa at vera tann, man er. Christina hevur havt ein strangan uppvøkstur við eini mammu, sum ongantíð helt hana vera góða nokk, og fyri at prógva tað øvuta, ger Christina alt fyri at fáa viðurkenning frá øðrum og ikki minst sær sjálvari. Bókin er sterk og rørandi.
Síðsta bókin er Belials Synir (2021) hjá Swangah Dangah.
– Hetta er ein skreytútgávu við øllum tekstunum á fløguni, sum kom út í 2011. Svangah gjørdu nakað heilt serligt, tá teir settu hol á føroyska hiphoppallin við eksplosivum tekstum, sum rúma bæði samfelagskritikki og klassisk raptemu sum pengar, sprutt og damur. Bókin minnir meg á mína egnu studentatíð og villar konsertir, og hon er stuttlig at sita við, meðan man hevur fløguna frá.