Til vetrarroynd fyri seinastu ferð
Í næstu viku verður vetrarroynd á Kambsdali. Allir næmingar hava fingið boð frá skúlanum, hvørjar lærugreinar, tey skulu upp í, og nær hesar royndir liggja.
Fyri nøkur er hetta fyrstu ferð, at tey skulu til roynd í miðnámi, og fyri onnur er hetta triðja – og seinasta – vetrarroynd. Vit hava gjørt stutt prát við nakrar næmingar á triðja ári.
Sára Bertholdsen og Aimi á Lakjuni ganga í H19a. Tær skulu upp í sponskum, enskum og føroyskum.
Hetta er triðju ferð, tit fara til vetrarroynd. Hvat fær mann burturúr?
Sára: Eg haldi, at royndin gevur góða venjing. Vit sleppa at arbeiða undir sama tíðarpressi sum til eina próvtøku, og so uppdaga vit, hvat vit eru før fyri í einum avmarkaðum tíðarskeiði.
Aimi: Tá mann hevur verið til vetrarroynd, so veit mann eisini betri, hvat mann kann vænta, tá mann fer til próvtøku um summarið. Mann kann brúka viðmerkingarnar hjá læraranum til at fyrireika seg betur til veruligu próvtøkuna.
Fær mann fyrireika seg til vetrarroyndina?
Aimi: Tað er kanska ikki so lætt, men eg hyggi at gomlum stílum og kanni, hvat eg skal ansa eftir.
Sára: Í sponskum royni eg at øva bendingar, men sjálvandi, hetta er ein roynd, og hana tekur mann kanska ikki so seriøst sum eina veruliga próvtøku.
Elisabet Jacobsen og Sigurd Jón Dam ganga í B19b. Elisabet skal upp í enskum og aljtóða búskapi, Sigurd Jón skal upp í virkisbúskapi og rokning, og so skulu tey bæði upp í føroyskum og sølubúskapi
Hvussu hava tit fyrireikað tykkum til vetrarroyndina?
Sigurd Jón: Takka veri lærarum, so hava vit so nógvar innlatingar beint nú, at vit hava næstan ikki tíð at fyrireika okkum. Men vit royna okkara besta.
Elisabet: Nú er hetta triðju ferð, vit eru til vetrarroynd, og tað kann sjálvandi viðmælast at fyrireika seg.
Sigurd Jón: Ja, mann kann hyggja tilfarið ígjøgnum, sum mann hevur havt í fakinum og kanna tær uppgávur, mann hevur gjørt.
Hvat eru tit mest spent til í vetrarroyndini
Sigurd Jón: Eg eri mest spentur til rokningina, tí tað er avbjóðindi og trupult. Eg havi verið til fleiri royndir í rokning, men eg haldi, at tað blívur við at vera spennandi, tí mann fær roynt tað, sum mann hevur lært.
Elisabet: Eg eri mest spent til sølubúskap, tí tað kennist lættast. Hini fakini kann eg ikki siga, at eg eri beinleiðis spent uppá. Og tað, sum eg eri mest nervøs um, er altjóða búskap, tí vit hava ikki gjørt slíkar skrivligar uppgávur fyrr, so tað er ringt at fyrireika seg til tað.
Gulak Jacobsen og Jákup á Rógvi Joensen ganga í H19b, og teir skulu báðir til roynd í føroyskum, enskum, sponskum. Jákup skal harumframt upp í tónleiki og Gulak í samfelagsfrøði.
Nú nærkast endin, hvussu hevur tað verið at gingið trý ár á Kambsdali?
Jákup: Tað hevur verið fantastiskt, serliga tað sosiala. Tað hevur verið stuttligt at koma at kenna nýggj fólk og fáa nýggjar vinir.
Gulak: Tað hevur eisini verið læruríkt, og onkuntíð hevur tað eisini verið strævið, serliga tá nógvar innlatingar eru komnar í senn.
Hvat vænta tit at fáa burtur úr vetrarroyndini?
Gulak: Eg vænti, at eg verði betur fyrireikaður til ta ordiligu próvtøkuna.
Jákup: Tá vit skriva stíl fyri heima, kunnu vit brúka so nógva tíð, sum vit vilja, og vit kunnu taka tær pausur, sum vit hava brúk fyri. Til royndina hava vit bara teir somu fýra-fimm tímarnir, sum vit hava til próvtøkuna.
Jóannes Andrasson og Vár Midjord ganga í N19y. Tey skulu bæði til roynd í støddfrøði og føroyskum. Vár skal harumframt upp í lívfrøði og Jóannes í evnafrøði.
Eru tit stressað um vetrarroyndina:
Jóannes: Nei, vetrarroyndin er ikki so vigtig. Men hon kann brúkast, tí eg finni út av, hvat eg dugi.
Vár: Tað mest stressandi er faktiskt, at vit ikki fingu at vita, hvat vit skuldu upp í og nær fyrr enn nú beint áðrenn vikuskiftið.
Hvussu hevur triðja árið á miðnámi roynst higartil?
Jóannes: Eg veit ikki, eg haldi eg eri farin at ilskast inn á hvussu summir lærarar tosa. Men tað kennist eisini gott, tí nú telir tað, sum vit gera, nú telja próvtølini.
Vár: Mann følir meira trýst triðja árið. Nú er síðsti kjansur at læra og at vísa, hvat mann dugir. Tað er stressandi, men eisini motiverandi.
Nú nærkast vikuskiftið, og næstan alt er klárt til vetrarroyndina. Á ovastu myndini sita Tanja og Karl á skrivstovuni og leggja seinastu hond á vaktarskema til lærararnar. Vit ynskja øllum næmingum eina góða og læruríka vetrarroynd!