Útnorðurráðið vitjar NGK-næmingar

Stutt fyri jól høvdu NGK-næmingarnir og Miðnám á Kambsdali forkunnuga vitjan. Løgtingslimir hava altíð nógv at gera undan jólum, og í so máta var árið í ár einki undantak. Útnorðurráðið kom kortini á vitjan á Kambsdali, tí tey ynsktu at heilsa upp á næmingarnar úr Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Danmark, sum hetta seinasta hálva árið hava tikið part av síni norðurlendsku miðnámsútbúgving á Kambsdali. Edva Jacobsen, sum er forkvinna í nevndini, saman við Hendriki Old, næstformanni, Høgna Hoydal og Steffan Klein Poulsen luttóku. Eisini Poula Árnadóttir Lervig og Annika Mouritsen, sum eru skrivarar hjá ráðnum, vóru við hendan dagin.

Føroysku politikararnir sluppu at uppliva ein part av einum tíma í donskum á Kambsdali, har Nikolina Olsen, dansktlærari, førdi næmingarnar ígjøgnum seinasta tilfarið, áðrenn teir skulu víðari til dansktundirvísiningina á øðrum miðnámsskúla í útnorði í várhálvuni.

Eisini vitjaðu gestirnir inn til fjarundirvísing, har nakrir grønlendskir næmingar fingu undirvísing í sínum móðurmáli umvegis telduna. Politikararnir fingu síðani frágreiðing um NGK-útbúgvingina og undirvísingina frá rektaranum, Honnu Jensen, og Magna Høgnesen, sum samskipar undirvísingartilboðið, og nakrir lærarar á NGK-tilboðnum greiddu frá, hvussu teir uppliva undirvísingina og hetta serliga samanspæl millum føroyingar, grønlendingar, íslendingar og danir – fakliga og sosialt.

Serliga forkunnugt var tað hjá gestunum at fáa møguleikan at tosa við nakrar av næmingum – ein frá hvørjum landi – um skúlatilboðið og um tíðina í Føroyum í heyst. Tað er um nevniliga um heystið, at skúlin á Kambsdali hevur næmingar úr útnorði, so hetta var eitt gott høvi hjá Útnorðurráðnum at kunna seg um skipanina og síggja, hvussu hon virkar í verki, áðrenn næmingarnir fóru heim í jólafrí. Eftir jólafrítíðina heldur undirvísingin hjá hesum næmingunum fram í Íslandi.

Útnorðurráðið er ein samstarvsfelagsskapur ímillum Føroya Løgting, Landsting Grønlands og Alting Íslands. Sambært løgtinginum er aðalmál ráðsins “at samstarva um áhugamálini hjá londunum í útnorðri, saman at varða av tilfeingi í londunum í útnorðri og hjálpa til at menna áhugamál í útnorðri um stjórnir.” Føroysku limirnir í Útnorðurráðnum og NGK-næmingarnir vóru glað fyri at fáa høvið at tosa saman, og ætlanin er, at ráðið árliga kann koma at hitta flokkin, sum gongur á Miðnámi á Kambsdali tað árið, og soleiðis hava samband við skúlaungdóm í útnorði.