Reingerðarfólk til Miðnám á Kambsdali

Miðnám á Kambsdali søkir eftir trimum reingerðarfólkum til tænastutoymið á skúlanum at
byrja í august 2026.

Miðnám á Kambsdali er ein miðnámsskúli, har umleið 600 næmingar og starvsfólk hava sína
dagligu gongd. Tað er umráðandi, at skúlin er reinur, ruddiligur og innbjóðandi.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um:

  • Dagliga reingerð av undirvísingarhølum, skrivstovum og felagshølum.
  • Reingerð av gongdum, inngongdum og trappum.
  • Reingerð av vesi- og baðirúmum.
  • Tøming av ruskíløtum.
  • Áfylling av reingerðar- og reinførisvørum.
  • Nýtslu av gólvvaskimaskinum
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur innan tænastuøkið.

Vit vænta, at tú

  • Ert álítandi og arbeiðssamur/-som.
  • Hevur gott eyga fyri reinføri.
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd.
  • Hevur góð samstarvsevni.
  • Møtir væl upp og hevur ein jaligan hugburð.
  • Kanst samskifta á føroyskum.

Royndir við reingerðararbeiði eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Setanarviðurskifti

  • Størvini eru tímalønt.
  • Arbeiðstíðin er vanliga 6–8 tímar um dagin, treytað av avtalaðum starvsbrøki.
  • Lønin er sambært galdandi sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Umsókn
Umsókn og viðkomandi upplýsingar skulu sendast til ums@kambsdalur.fo og vera skúlanum í
hendi í seinasta lagi 8. juli 2026.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Súsannu Hansen, tlf. 252323.

Miðnám á Kambsdali
Kambsdalur
FO-530 Fuglafjørður
www.kambsdalur.fo