Fyrsta pisan floygd

Í dag bleiv fyrsta pisan á Kambsdali floygd.

Um hálvgun ellivutíðina í morgun fekk Sakarea Eyðsteinsdóttir Olsen húgvuna á høvdið eftir at hava verið til próvtøku í sølubúskapi.

Beint eftir próvtøkuna vant hon Merkið á fulla stong, sum fráboðan um, at nú er tann fyrsta av ársins 171 pisum á Dalinum floygd.

Vit ynskja Sakeru hjartaliga til lukku!