Pisufundur og próvhandanir
Í hesum døgum verða húgvur settar á nógv ung høvd í Miðnámi. Fyrsta próvhandanin (hjá Yrkisnámi) verður í morgin, fríggjadag, og í næstu viku verða seinastu próvtøkurnar og nógvar próvhandanir. Pisufundur verður næstan sum vanligt á Gøtusandi. Korona-tilmælini ávirka bæði pisufund og próvhandan eitt sindur, men komandi vikan verður uttan iva minst líka hátíðarlig sum undanfarin ár.
Niðanfyri er kunning um, hvussu hátíðarhaldini verður fyriskipað.
Pisufundur
Pisufundur verður sum ætlað á Gøtusandi mikudagin 24. juni kl. 17.00. Pisurnar skulu hava hóskandi frástøðu og ikki vera fleiri enn 100 í hvørjum bólki. Tí verður uppstillingin nakað øðrvísi enn vanligt. Somuleiðis verður tiltakið uttan áskoðarar, men verður stroymt, og skúlin skipar sjálvandi eisini fyri myndatøku undir tiltakinum. Um tað ikki viðrar verður fundurin fluttur innandura og stroymdur hiðani.
Próvhandan
Tilmælini eru greið, at próvhandanin verður flokk fyri flokk, um avvarðandi skulu vera við. Vit halda, at tað er sera umráðandi, at avvarðandi sleppa við til hesa hátíðarløtu, og tískil verður próvhandanin flokk fyri flokk. Hvør næmingur kann í mesta lagi hava trý avvarðandi við.
Av tí at tað vera níggju próvhandanir fyri gymnasialt miðnám, mugu vit brúka tveir dagar. Próvhandanirnar verða hósdagurin 25/6 og fríggjadagurin 26/6. Próvhandanin verður í Auluni á Kambsdali.
Skráin fyri próvhandanina er hendan:
Dagur: | Tíð | Flokkur |
Hósdag 25/6 | 10.00 | B17a |
11.00 | B17b | |
12.00 | B17d | |
13.00 | F18r | |
Fríggjadagur 26/6 | 10.00 | N17y |
11.00 | N17x | |
12.00 | H17a | |
13.00 | H17b | |
14.00 | H17d | |
Harumframt verða próvhandanir fyri Yrkisnám (FHS) fríggjadagin 19. juni klokkan 13, fyri Serbreytina 23. juni kl. 13 og fyri HF í Klaksvík 25. juni, kl. 12. Próvhandanirnar hjá Yrkisnámi og Serbreytini verða í Auluni á Kambsdali, og próvhandanin hjá HF í Klkasvík verður á Tekniska Skúla.
Floksmyndir
Floksmyndir verða tiknar eftir pisufundin á Gøtusandi. Um tiltakið vegna veður verður flutt innandura verður myndatøkan eftir próvhandanina á Kambsdali.