FHS’arar fingið prógv
Fríggjadagin 19. juni vóru fyrstu próvhandanirnar í Miðnámi á Kambsdali. Tað vóru næmingarnir í FHS (yrkisnámi), sum fingu handað prógv á hátíðarhaldi, sum var skipað eftir teimum tilmælum, sum skúlin hevur fingið í sambandi við Covid-19 smittuvandan.
Løtan var hátíðarlig. Páll Isholm, rektari, og Bjartur Nolsøe, lærari, hildu røðu fyri floygdu FHS’arunum, og Jákup á Lakjuni sang og spældi. Eftir hátíðarhaldið varð mynd tikin av flokkinum uttan fyri skúlan.
Páll Isholm, rektari, segði m.a. í síni røðu:
Eg havi hesa vikuna skrivað undir 191 prógv. Eg havi sæð eitt hav av tølum og miðaltølum fara framvið eygunum. Men á hvørjum einstøkum prógvið er eitt navn, og handan tað navnið er eitt menniskja, og har er tað týdningarmesta av øllum. Tað, sum eyðkennir tykkum sum persónar og menniskju, tað, sum umboðar tykkara eginleikar og vísir hvørji tit eru. Og tað er hóast alt nógv meira umráðandi ’in the long run.’
Okkara mál á Kambsdali er nevniliga at vera ein skúli fyri øll, ið leggur seg eftir fakligari dygd sjálvandi, men eisini arbeiðsgleði, samstarvi og nýhugsan, og vit ynskja at brynja hvønn einstakan útfrá sínum egna grundstøði at luttaka virkið í føroyska samfelagnum.
Bjartur Nolsøe rósti næmingunum fyri at vera bæði hugagóðir, hjálpsamir og stuttligir, og hann endaði við at sitera eitt ørindi í sangi, sum pápi hansara Niels Petur Nolsøe yrkti fyri 20 árum síðan:
Nú fyri tykkra fótum ein opin heimur liggur
Hvat veiggj, ið er i rótum, skal standa sína roynd
Far fram við góðum skili, vís at í tær er ryggur
Og tað, i barmi bilgist, tú hav tað ei í loynd