Próvhandan á Serbreytini

Týsdagin 23. juni vóru próvhandanir á Serbreytini á Kambsdali. Í ár vóru tað fýra næmingar, ið fingu prógv, og tey vórðu heiðrað á hátíðarløtu, sum var skipað eftir teimum tilmælum, ið skúlin hevur fingið í samband við Covid-19 smittuvandan.

Páll Isholm bjóðaði vælkomin og segði m.a.: 

Hetta er stórt fyri tykkum og hetta er sanniliga eisini stórt fyri okkum. Vit eru stolt og glað øll somul. Tað, sum tit hava havt sum mál í fýra ár, er nú veruleiki, og málið, tit hava havt í samanlagt 800 skúladagar, er nú nátt. Ja, vit kunnu siga, at málið er broytt til eitt amboð á tykkara leið víðari.

Tóra Norðgerð, lærari, helt røðu, Maria á Lakjuni sang og Eyðun á Lakjuni spældi undir. Umframt lærarar og foreldur vóru eisini aðrir næmingar á Serbreytini við til hátíðarhaldið, og tveir teirra tóku orðið, tá høvið var til tað. Bogi Olsen, lærari, gav eisini teimum fýra næmingunum nøkur góð orð. Aftaná var hugnaløta við kaffimunni, og myndir vórðu tiknar av næmingum og lærarum.