Leiklist og korona
Leiklist er ein sosial lærugrein, har tað at vera í sama rúmi í somu løtu er av stórum týdningi.
Undir framførslum er tað samskifti, bæði tað larmandi, men serliga eisini tøgnin, rørslurnar og hjáveran, sum eru við til at skapa gandakenda dámin, sum er serligur fyri pall-list.
Tí hevur tað verið ein stór avbjóðing at arbeiða við endaligu leiklistaverkætlanini í hesi korona-tíð.
Tó hava røsku og dugnaligu næmingarnir arbeitt saman, so frægt sum til ber í fjarundirvísingini, har tey m.a. eisini nýttu høvi at eygleiða yrkisleikarar og leikhús, sum hava gjørt ymsar leikir, upplestur o.a. á netinum í fjarstøðu.
Tíbetur fekk fjarundirvísingin ein enda, og hóast nærum ómøguligu uppgávuna at venja sjónleik í fjarstøðu allar vikurnar, ið vit vóru heima, vóru framførslurnar hjá leiklistaholdinum í skúlahøllini hósdagin.
Bólkarnir arbeiddu við hesum sjálvvaldum evnum: søgnin um Anniku úr Dímun, filmurin “Stepbrothers”, sum var føroyskaður til “fostursystrar” og ein einrøðuleikur um sjálvsvirði.