Dávur fyrsta pisan og Birna tann síðsta í ár

Fyri fyrstu ferð í søguni hjá Miðnámi á Kambsdali var tað ein pisa á serbreytini, ið gjørdist ársins fyrsta pisa, tá Dávur Juul Klein fekk húgvuna á høvdið. Mikudagin fingu umframt Dáva tvær aðrar pisur á Serbreytini húgvuna. Hetta er 10. skúlaárið hjá serbreytini, sum var hin fyrsta í Føroyum.

Á Kambsdali er tað ein vakur siður, at ársins fyrsta pisa fær heiðurin at vinda Merkið í húnar hátt, og harvið boða frá, at klekingartíðin av álvara er byrjað. Mánadagin, týsdagin og mikudagin verður eitt satt húgvurok á Kambsdali. Á skrivstovuni liggja nevniliga 114 snøggar húgvur og bíða eftir seinastu próvtøkunum.

Mamman, Mary Klein, settur vøkru húgvuna á høvdið á soninum, Dávi Juul Klein.
Ársins fyrsta pisa, Dávur Klein Juul, og navnin, ein stoltur abbi og borgarstjóri, vinda Merkið í húnar hátt, meðan rektarin, Christian Joensen, spentur hyggur at.

Síðsta pisan

Síðsta pisan bleiv Birna Jóanesarson, úr N23x. Hon fekk húgvuna á høvdi jóansøkudag, hin 24. juni kl.15.15.

Mamma Birnu setir húgvuna á høvdið á dóttrini, Birnu Jóanesarson.
Myndatøka í nýggju miðhøll skúlans, áðrenn leiðing gekk til Gøtusandi á pisufund.

Langt um leingi er bíðitíðin liðug, og Birna kann nú glaðast saman við øllum hinum pisunum, um at próvtøkurnar eru lidnar og harvið er hesin kapittulin liðugt skrivaður.

Vit ynskja Dáva, Birnu og øllum hinum pisunum hjartaliga til lukku við húgvuni og allarbestu eydnu í framtíðini.