Miðnám á Kambsdali søkir starvsfólk til serbreytina.

Serbreytin er breyt í miðnámsskúlaskipanini, sum byrjaði á Miðnámi á Kambsdali á heysti 2015. Serbreytin er fyri næmingar við serligum tørvi, sum ikki eru førir fyri at fylgja undirvísingini í vanligu miðnámsskipanini. Undirvísingin á serbreytini er einstaklingalagað undirvísing í smáum bólkum, bæði í vanligum lærugreinum á hóskandi stigi og í sosialum og verkligum førleikum eftir OCN-skipanini.

Í sambandi við, at virksemið verður víðkað, verður søkt eftir

  • tveimum starvsfólkum til serbreytina við námsfrøðiligari útbúgving, eitt nú læraraprógvi, námsfrøðingaprógvi ella aðrari viðkomandi útbúgving.

Talan er um tíðaravmarkaði fulltíðarstørv at seta frá 1. august 2020 og fyribils í eitt ár. Setanin kann verða longd.

Dentur verður lagdur á royndir innan sernámsfrøðiliga økið ella aðrar viðkomandi royndir.

Skúlin leggur dent á, at umsøkjarar taka virknan lut í at menna eitt gott námsfrøðiligt skúlaumhvørvi á eini skúlabreyt, har samstarv, nýggir arbeiðshættir og KT eru týðandi tættir.

Harumframt fer skúlin at leggja dent á, at umsøkjararnir hava kunnleika til sernámsfrøði og eru sinnaðir at ogna sær økt innlit og vitan um hetta.

Starvssetanin verður sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám (YF) og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknin við CV, prógvum o.ø. skal sendast til:

Miðnám á Kambsdali

Dalsvegur 1, Kambsdalur,

530 Fuglafjørður, 

ella sendast við telduposti til: kambsdalur@kambsdalur.fo

og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. juni 2020.

Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Óla Wolles, útbúgvingarleiðara, ella t-post olw@kambsdalur.fo

Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo.