Rannvá námsfrøðiliga útbúgving

Mikudagin 27. mai stóð Rannvá Mortansdóttir endaligu royndina í námsfrøðiligu útbúgvingini. Rannvá hevur undirvíst í nøkur ár, hetta seinasta árið á Kambsdali, og her hevur hon tikið námsfrøðiligu útbúgvingina í vár. Vegleiðarar hennara vóru Birgitte Arent í enskum og Páll Isholm, rektari, í miðlakunnleika.

Á myndini eru frá vinstru: Vár í Ólavsstovu, ið umsitur námsfrøðiligu útbúgvingina á Fróðskaparsetrinum, Óli Wolles, Námsleiðari á Kambsdali; Birgitte Arent, vegleiðari í enskum, í miðjuni Rannvá Mortansdóttir við blómutyssi og prógvi í hond, Páll Isholm, rektari, vegleiðari í miðlakunnleika, og ytst høgurmegin Vónbjørt Tróndheim, uttanhýsis metari.