Tvær lærugreinar á AÚ í heyst
Í heyst verður møguleiki at lesa tvær lærugreinar á akademiútbúgvingini í Miðnámi á Kambsdali. Talan er um kravdu lærugreinina á leiðslubreytini “Leiðsla í verki” og lærugreinina “Vinnulívsrættur”, ið er vallærugrein, sum saman við fullum AÚ-prógvi á búskapar og tilfeingisbreytini við vallærugreinunum altjóða búskapi og hagfrøði gevur atgongd til HD 2. part.
Í lærugreinini “Leiðsla í verki” fært tú eina góða fatan av leiðslu, sum er grundað á leiðsluástøðir, leiðsluamboð og leiðslustílar, sum eru modernaðir og veruleikakendir. Tú lærir at greina tað verkliga og ástøðiliga sundur, soleiðis at tú í einari ávísari støðu kanst velja hvat fyri fakligt amboð, tú skalt brúka. Tú lærir at miðla trupuleikastøður og loysnir til samstarvsfelagar, og hvussu tú kanst verða við í fakligum og tvørfakligum samstarvi.
Lærugreinin “Vinnulívsrættur” gevur førleikar, sum byggja á vitan og fatan av lógargrundarlagnum í vinnulívsrætti. Í vinnulívsrætti lærir tú ymiskt, sum er hent at vita innan lógarverkið. Tú gerst førur fyri at vera við, tá samráðst verður um avtalur, og tú gerst førur fyri at meta um ymiskar trupulleikastøður í samband við eitt nú avtalu- og endurgjaldsrætt og harvið eisini reglurnar fyri vøruábyrgd.
Til at verða upptikin á Akademiútbúgvingini krevst:
1. viðkomandi yrkisútbúgving (t.d FHS, SIT ella lærutíð) ella
2. viðkomandi grundútbúgving fyri vaksin (t.d. tikin á VUC í DK) ella
3. miðnámsútbúgving ella
4. aðra viðkomandi útbúgving svarandi til støði nevnt í pkt. 1-3 og
5. 2 ára viðkomandi vinnulívsroyndir