Ein sjáldsamur, síðsti skúladagur

Ein sjáldsamur, síðsti skúladagur

Fríggjadagin 15. mai var síðsti skúladagur hjá endaflokkunum á Kambsdali. Siðvenja er, at tey gera nógv burtur hendan dagin, áðrenn próvtøkurnar verða kunngjørdar. Tá einki nú er, sum tað plagar at vera, bleiv hesin dagurin eisini øðrvísi.

Næmingarnir byrjaðu dagin í flokshølunum, har tey fingu ein morgunmatpakka, sum óføru kantinudamurnar høvdu pakkað. Mett og væl sett fóru næmingarnir so útum, har Turið Petursdóttir leiddi fjøldina gjøgnum nakrar venjingar og dans við tummastokki. Hetta endaði við einum longum heiðursportri úti á vegnum, sum øll gingu gjøgnum. Veðrið var um at forða okkum hesa løtuna, so gott var at hóma sólina aftur.

Næmingaumboðini høvdu fyriskipað undirhald í ítróttahøllini, har næmingarnir sótu í merktum økjum. Har var felagssangur, nýgjørdir filmar, spurnarkapping, spæl og tónleikaframførslur, og ársins virðislønir vóru lætnar. Rektarin leiddi felagssangin “Á kundi á tíðarhavi” og hevði hug at spæla ein sang hjá Jens Marna, men settist aftur. Tá kom Jens Marni sjálvur og sang nakrar sangir. Eftir próvtøkukunningina vóru grillaðar pylsur og breyð við tilhoyr at fáa. Ein øðrvísi, men fínur dagur!

(myndir: Magni Høgnesen, tekstur: Randi Hansen)