Nú er at velja týskt

Í hesum døgum velja næmingar í 7. flokki vallærugreinar í framhaldsdeildini.

Fyri júst hesar næmingar er vert at geva gætur, at um tvey ár koma nýggju ásetingarnar um týskt sum upptøkukrav á hugbreyt í gildi.

Tá dagsins 7. floksnæmingar skulu søkja inn á miðnám, fer tað tí at hava týdning, um tey valdu týskt í ár ella ikki. Bara tey, sum hava týskt í hádeild, fara at sleppa inn á hugbreyt.

Á náttúrubreyt er alis-/evnafrøði framvegis upptøkukrav.