Krimieyðkenni, fantasi og gerandisrealisma á blað
So er ársins skrivikapping av á hesum sinni, og vinnararnir vóru avdúkaðir á skúlanum á middegi í dag. Hetta er annað árið, at skipað verður fyri skrivikapping á skúlanum – og ætlanin er, at kappingin verður afturvendandi komandi árini. Í ár komu 12 søgur inn. Í dómsnevndini sita Henrietta Arge Jacobsen og Dorit Hansen, miðnámsskúlalærarar, og Arnbjørn Dalsgarð. Henrietta og Dorit, sum vegna skúlan hava skipað fyri kappingini, vilja vera við, at ein skrivikapping sum hendan gevur næmingum ein pall at royna sínar skaldsligu gávur. Tær greiða frá, at næmingar skriva nógvar greinandi stílar í føroyskum og øðrum málum, men tað hevur eisini týdning, at vit eggja teimum at skriva kreativt. At tey sleppa at nýta hugflogið og skriva skaldsligt.
Sára Thomsen vinnari av ársins skrivikapping
Á samkomuni í dag bleiv Sára Thomsen, sum gongur í N22x, heiðrað við 1. virðisløn fyri stuttsøguna ”Tað var eg”, sum brúkar krimieyðkenni. Á hátíðarhaldinum í dag fekk Sára eina samsýning á kr. 5.000 fyri stuttsøguna. Í hesari stuttsøguni, sigur dómsnevndin, at vit ‘møta einari gentu, sum er troytt av skúlanum, troytt av mammuni og hennara sjeiki og troytt av at skula taka synd í øðrum. Søgan byrjar við einum tíðindastubba um eitt morð í Havn, sum gentan lesur, er forvitin um, men eisini troyttast av. Rithøvundurin dugir at halda lesaran forvitnan, staklutir geva okkum spakuliga ábendingar um, hvat veruliga gongur fyri seg, og vit fáa næstan samhuga við gentuni, sum ikki tímir at hava samhuga við nøkrum.’
Gerandisrealisma og føroysk krimi eyðkenni
Onnur virðisløn varð latin Anitu Absalonsen Jacobsen í H21a, og 3. virðisløn fekk Rakul Jónleifsdóttir á Steig. Um stuttsøguna hjá Anitu Absalonsen, sum ber brá av gerandisrealismu, greiðir dómsnevndin soleiðis frá: “Hey, hvussu eitur tú?”, sum stuttsøgan eitur, ‘snýr seg um eina unga kvinnu, ið saman við pápa sínum og lítla soninum fer at vitja ommuna, sum býr á ellisheimi. Ígjøgnum hesa kvinnu uppliva vit eina gerandisliga løtu á einum ellisheimi, har tíðin nærum stendur í stað. Hegnisliga brúkar rithøvundurin tey fýra ættarliðini til at lýsa lívsins gongd og tað, sum ellisárini hava við sær. Harafturat er tann heldur óvæntaði endin við til at styrkja kensluna av sorgblídni, ið søgan sum heild er merkt av.’
Triðbesta søgan í ársins skrivikapping eitur “Huldan”, og rithøvundurin er Rakul Jónleifsdóttir á Steig. Hon brúkar ymisk føroysk fantasi drøg í sínari stuttsøgu. Um hesa stuttsøguna sigur dómsnevndin, at talan er um eina tíðarleysa søgu ‘um eina ræðuliga illgerð, framd av einum menniskja móti einum øðrum, sum ein hulda setir sær fyri at revsa. Stuttsøgan er sermerkt, fangandi og væl funnin upp á, bæði í formi og innihaldi, við eyðkennum frá sagnum, yvirtrúgv og gamlari frásagnarlist.’ 2. virðisløn ljóðar á 3.000 kr., meðan Rakul fyri sína søgu fær eina samsýning á 1.000 krónur og heiðurin, sum fylgir við. Ætlanin er, at kappingin verður eisini komandi ár, siga fyriskipararnir at enda, og nevna, at einaferð verður kanska gjørligt at geva út eitt stuttsøgusavn við søgunum, sum næmingar á skúlanum hava skrivað seinastu árini.
Her kunnu tit lesa stuttsøgurnar: