Nadya lokið námsfrøðiligu útbúgvingina
Hósdagin 20. apríl stóð Nadya Eyðunsdóttir Joensen endaligu próvtøkuna fyri verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini í innovatión og miðlakunnleika á Miðnámi á Kambsdali. Nadya hevur drúgvar undirvísingarroyndir og starvast dagliga á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.
Hetta skúlaárið slapp Nadya endiliga framat at nema sær námsfrøðiligu útbúgvingina takka einum góðum samstarvi millum miðnámsskúlarnar báðar og Setrið.
Vegleiðararnir vóru Hertha Olsen í innovatión og Páll Isholm í miðlakunnleika, og uttanhýsismetararnir vóru Súsan Klein Gregoriussen í innovatión og Magni Høgnesen í miðlakunnleika. Joan Mohr var námsleiðari í tilgongdini hjá Nadyu.
Vit ynskja Nadyu hjartaliga til lukku við próvnum.
Á myndini síggjast frá vinstru, Magni Høgnesen, Páll Isholm, Nadya Eyðunsdóttir Joensen, Hertha Olsen, Súsan Klein Gregoriussen og Joan Mohr.