Bestu stuttsøgurnar avdúkaðar mikudagin 

,

Mikudagin 3. mai avdúka vit vinnararnar í skrivikappingini hjá Miðnámi á Kambsdali í 2023. 12 stuttøgur komu inn, og dómsnevndin hevur valt at heiðra tríggjar søgur í ár. 

Virðislønirnar verða handaðar á tiltaki í auluni í døgurðasteðginum mikudagin 3. mai. Tit sleppa eisini at hoyra vinnarasøguna og brellbitar úr hinum báðum søgunum.  

Hetta er annað árið á rað, at skrivikapping er á Miðnámi í Kambsdali. Á myndini eru vinnararnir í fjør, Marita Terjadóttir Højgaard og Eva Kalinnikova Samuelsen. 

Limirnir í dómsnevndini vóru Henrietta Arge Jacobsen, Dorit Hansen og Arnbjørn Dalsgarð.