Miðnám og hvat so?
Hetta var heitið á einum tiltaki á Miðnámi á Kambsdali, hin 28.mars, har fyritøkur, háskúlar, Setrið o.o. vóru inni á skúlanum á Kambsdali við básum og kunningartilfari fyri at vísa á møguleikar hjá næmingum at lesa, læra ella arbeiða innan ymsu økini.
Í nøkur ár hevur verið vanligt, at Handilsvinnufelagið kom inn at kunna útvaldar breytir og árgangir – ein góð siðvenja, sum nú er víðkað til at fevna nógv breiðari.
Várið er tann tíðin, tá hægri lærustovnar, háskúlar og onnur hava umsóknarfreistir til at byrja um heysti, so tí fær skúlin ofta fyrispurningar um at umboð fáa høvi at koma inn at kunna næmingar. Eisini er tað ein partur av leiklutinum hjá lestrarvegleiðing skúlans, at tryggja, at næmingar, sum nærkast endanum av miðnámstíðini, fáa fjøltáttaða og neyva kunning og vegleiðing um framtíðar møguleikar, meðan tey enn eru næmingar á skúlanum.
“Miðnám og hvat so” er ein roynd at tvinna saman tær einstøku vitjanir, sum skúlin ofta hevur við ein breiðari skara av aktørum, sum kunnu bjóða nýklaktum pisum eitt nú arbeiði, lærupláss, lestur, skeið ella annað.
Tiltakið byrjaði kl. 9.40 og vardi til kl. 12.00, og í ár vóru 27 luttakandi virki og stovnar, sum sýndu fram og bjoðaðu prát og kunning. Næmingar, sum verða lidnir við skúlagongdina í summar: 3.árgangur á búskapar-, fyrireikingar-, hug- og náttúrubreyt eins og næmingar á FHS vitjaðu básar og tosaðu við gestirnar í 2. skúlablokki hendan dagin, meðan aðrir næmingar vitjaðu básarnar í langa fríkorterinum og døgurðatímanum.
Endamálið við tiltakinum er, at næmingar vera kunnaðir um útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikar innan ymisk virkisøki, og fáa høvi at hitta umboð fyri virkir og stovnar. Virki og stovnar fingu møguleika at hitta næmingar og kundu greiða neyvt frá teirra virkisøki, t.d. møguliga hvat eitt lærupláss ella arbeiði hjá teimum fevnir um, og annars hvørjir útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikar eru innan økið.
Afturmeldingarnar frá bæði luttakarum, næmingum og skúlanum annars vóru góðar, so skúlin hevur eitt gott grundarlag at skipa hetta sum eitt afturvendandi tiltak.
Tøk pláss á Miðnámi á Kambsdali
Vilt tú vita meira um hvussu tú kemur víðari aftan á miðnám? So er upplagt at seta teg í samband við lestrarvegleiðingina á skúlanum.
Ella vilt tú vita meira um tínar møguleikar at taka eina miðnámsútbúgving, so set teg í samband við lestrarvegleiðingina, har tey fýra: Maria Gregersen, Terji á Lakjuni, Randi Hansen og Hans Jacob Kollslíð eru fús at samskifta nærri við teg um tínar ætlanir aftan á miðnám ella tína tankar um at byrja á miðnámi. Í løtuni eru tøk pláss á hugbreyt, fyrireikingarbeyt og FHS til komandi skúlaár.