14 filmar til filmsfagnað á Kambsdali
The Dreams og Løtan vunnu ávíkavist virðislønina fyri besta dokumentar og besta stuttfilm, og skemtifilmurin The Life of a Semi-pro Footballer vann áskoðaravirðislønina.
Hósdagin 4. mai var árligi filmsfagnaðurin á skránni á Miðnámi á Kambsdali, har filmsverkætlanirnar hjá næmingunum í miðlakunnleika vóru sýndar í Aulu skúlans. Tiltakið var hildið í triða blokki fyri 1-árs næmingum og lærarum, og øðrum, ið á ein ella annan hátt hava verið knýtt at verkætlaunum.
Dómsnevndin var í ár mannað av Raclip. Dómsnevndin metti um filmarnar, og besti heimildarfilmur og besti stuttfilmur fingu eina virðisløn. Tá allir filmarnir vóru vístir, fingu áskoðararnir høvi at atkvøða fyri, hvør filmur skuldi hava áskoðaraviriðslønina.
Hugflogið hjá næmingunum er gott, og tað endaði við, at 14 áhugaverdir filmar vóru við í kappingini. Heimildarfilmarnir viðgjørdu fleiri ymisk evni. Úr rúgvuni kunnu nevnast densitetur, átrúnaður og vísindi og tónleikabólkin The Dreams. Fiktiónsstuttfilmarnir fevndu um alt frá ræðufilmi, spenningsfilmi og skemtfilmi.
Dómsnevndin valdi “The Dreams” til besta heimildarfilm. Filmurin lýsir søguna hjá tónleikabólkinum, ið var sera tætt við at fáa eitt altjóða gjøgnumbrot. “Løtan” var valdur til besta stuttfilm, sum á ein lættan og skemtiligan hátt viðger álvarsemi hjá teimum, ið uppliva at missa ein kæran. Áskoðaravirðislønin fór til stuttfilmin “The Life of a Semi-pro Footballer”, ið er ein ein skemtiligur stuttfilmur um truplu korini at liva upp til væntanirnar hjá foreldrunum, tá ið evnini hjá børnunum ikki røkka meir enn eitt vist.
Martin Vang Vilhelm umboðaði bólkin, sum vann virðislønina fyri besta stuttfilm. Tey ganga á Klaksvíkar HF-skeiði.