Tær vaska skúlan
Vit síggja tær dagliga í lillafarvaðum búna á gongini við teirra vognum, vaskispannum, sápuvatni og tvøgum. Tær syrgja fyri, at arbeiðspláss okkara er reint og snotiligt. Einar 7-8 fryntligar kvinnur vaska á skúlanum, og tá ið tær ikki fáa møtt, hava tær avloysarar afturat sær, sum tær kunna ringja eftir. Tær eru altíð í góðum lag, ja, næstan altíð. Av og á halda tær, at næmingar og lærarar eru eitt sindur óruddilig, men tað er sera sjáldan.
Vaskiarbeiðið á skúlanum bleiv umlagt
Tvær av reingerðarkvinnunum á skúlanum eru Dagny Petersen og Sigrun Nielsen. Tær búgva báðar í Norðragøtu. Tær hava kenst eitt langt lív, tí tær hava arbeitt í okkurt um 40 ár á Fiskavirkinum í Gøtu, har Sigrun vaskaði, og Dagny arbeiddi fisk. Tær búgva eisini tætt við hvørja aðra á sama vegi í Norðragøtu. Og nú hava tær arbeitt á Miðnámsskúlanum síðani í 2017, tá ið reingerðin á skúlanum bleiv umløgd, soleiðis at tað blívur vaskað um dagin, meðan næmingar og lærarar brúka skúlan. Umframt Dagny og Sigrun, vaska eisini á skúlanum Anita Petersen, Gudný Jacobsen, Gunn M. Hansen, Súsanna S. Hansen, Anna Jacobsen, og av og á Ebba Anthoniussen og Hildigarð Eliasen. Sonja Lambastein er júst byrjað at vaska á Miðnámi á Kambsdali.
Arbeitt sum reingerðarkvinna í meira enn 25 ár
Anna Jacobsen úr Søldarfirði er tann í hópinum, sum hevur vaskað á skúlanum longst. Í summar hevur Anna arbeitt fast á skúlanum í samfull 25 ár. Anna greiðir frá, at hon arbeiddi í nøkur ár sum avloysari á skúlanum áðrenn tað. Anna arbeiddi upprunaliga í einum handli, áðrenn hon fór at vaska á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum – og síðani á Miðnámi á Kambsdali, tá ið skúlarnir vóru lagdir saman. Boð vóru eftir Onnu av táverandi rektaranum, tí ein vaskikona datt og breyt eitt rivjabein, og so bleiv Anna verandi sum reingerðarfólk. Anna er eins og Dagny og Sigrun sera glað fyri arbeiðið.
Arbeiðsdagurin handan vaskivognin
Dagny og Sigrun greiða frá, at tá ið tær koma til arbeiðis, kanna tær eftir, um tær hava alt, sum tær hava brúk fyri, á vogninum, so sum sápu, tvøgur o.s.fr. Skúlan hava tær býtt upp í økir, og tær plaga at skiftast annanhvønn dag, so tær ikki altíð vaska sama øki. Hetta ger arbeiðsdagin eitt sindur meira spennandi.
Teimum dáma væl at vaska mitt um dagin, tí – sum Sigrun sigur – so hava tær eisini frí, tá ið onnur fólk fáa frí. Sigrun greiðir frá, at tað var trupult at venja seg við at vaska um dagin at byrja við, tí hon helt altíð, at hon var í vegin, har sum onnur arbeiddu. So við og við hevur hon vant seg við, nær flest fólk eru í ávísum skúlastovum, á lærarastovuni og aðrastaðni, og so roynir hon at vaska har, sum lættast er at koma framat. Men hølini eru ongantíð tóm, onkur brúkar tey næstan altíð. Dagny leggur afturat, at tey, sum brúka skúlan, laga seg eisini eftir reingerðarkvinnunum, og tí gongur tað so væl. Hon heldur, at hetta er deiliga sosialt – nakað heilt annað enn at vaska einsamøll aftan á arbeiðstíð.
Nógv at gera ávísar dagar
Spurdar um, nær tað er mest at gera, siga Dagny og Sigrun, meðan tær flenna eitt sindur, at aftaná til dømis seinasta skúladag og temakvøld er sera nógv at gera. Tá kann tað vera “øgiliga klebrut” í summum skúlastovum; og arbeiðsdagur teirra er tá rættiliga langur. Men tær royna at gera sær tað hugnaligt sovorðnar dagar, tí tær byrja við einum góðum morgunmati. Tær halda annars, at summir lærarar duga væl at syrgja fyri, at skúlastovurnar eru sera ruddiligar, meðan aðrir lærarar fara út úr stovunum áðrenn næmingarnir, og so standa ofta nógvir skitnir tallerkar, gløs og koppar eftir inni í hølunum.
Dagny leggur nú frá sær
Fyrr í mánaðinum fylti Dagny 67, og hon hevur nú valt at leggja frá sær fyri aldur. Sigrun og Dagny hava kenst frá ungum árum. Sigrun hevur altíð búð í Gøtu, meðan Dagny er úr Leirvík, men bleiv gift til Gøtu. Áðrenn Dagny fór at vaska á Miðnámi á Kambsdali, arbeiddi hon fisk á Fiskavirkinum, og hon seymaði eisini í mong ár á Klædnavirkinum.
Gott samanhald
Samanhaldið millum kvinnurnar í lillafarvaða búnanum, sum vaska á skúlanum, er sera gott. Tær einast væl og siga, at tær ongantíð hava havt nakran trupulleika av nøkrum slag sínámillum Og Dagny undirstrikar við einum smíli, at samanhaldið teirra millum hevur verið “bara gott”. Dagny og Sigrun eru báðar væl nøgdar við sítt arbeiðspláss, og tær halda fólk vera fitt og fyrikomandi.
Bidnar um at lýsa hvørja aðra, nú tær hava arbeitt saman í so mong ár, leggur Dagny fyri, at Sigrun er ein góður granni, fitt at umgangast, og tær hava altíð funnið væl út av tí saman. Og Sigrun hevur eisini rósandi orð um vinkonu sína, nú hon leggur frá sær fyri aldur. Hon lýsir Dagny sum raska og fitta. Tær hava kenst altíð, og Dagny hevur verið “nemm at umgangast og tær hava ongantíð verið upp á tvørs”. Hon fer at sakna Dagny á skúlanum, men tær fara framhaldandi at hitta hvørja aðra á Geytagøtu, har tær báðar búgva. Dagny leggur frá sær nú áðrenn páskafrítíðina, og hon gleðir seg nú at hava meira tíð til síni ommubørn – og at kunna fara túrar – uttan at hugsa um, at hon skal til arbeiðis. – Vit á skúlanum ynskja Dagny alt tað besta og øllum reingerðarfólkunum einar gleðiligar páskir!