Ungt Virki verður á Kambsdali 24/3

,

Fríggjadagin 24.mars verður kappingin Ungt Virki hildin á Miðnámi á Kambsdali.

Ungt Virki er eitt tilboð til allar miðnámsskúlanæmingar í aldrinum 15-25 ár, sum ynskja at læra, hvussu tey kunnu menna nýggar vørur og tænastur frá hugskoti til veruleika, og hvussu tey fáa hesar út á marknaðin.

Tað eru vanliga næmingar frá flestu miðnámsskúlum í landinum, sum luttaka.

Í fleiri ár varð tiltakið hildið á Torginum í SMS, og tað var altíð væleydnað. Í fjør varð avgerð tikin um at royna at fáa tiltakið inn á skúlarnar, og fyrstu ferð varð tað hildið á Glasi, hin 25.mars í fjør.

Í ár verður tað so hildið á Miðnámi á Kambsdali og tiltakið byrjar kl. 9.30 og endar kl.16, tá vinnarin verður kosin. FM-vinnarin umboðar Føroyar í finaluumfarinum í Keypmannahavn í apríl, har tey bestu liðini í kongaríkinum fara at dystast um besta hugskotið, sum tey hava arbeitt við gjøgnum skúlaárið ígjøgnum m.a. undirvísingina í nýskapan og íverksetan.

Ungt Virki er eitt breitt samstarv millum miðnámsskúlar, avvarðandi málaráð, Betri, Vinnuhúsið, Íverksetarahúsið, Hugskotið, Fróðskaparsetrið og vinnulívið, og næmingar fáa ymsa ráðgeving ígjøgnum hesi samstørv eins og fíggjarligan stuðul til arbeiðið frá Betri

Tað verða 9 dómarar úr føroyska vinnulívinum, sum koma at meta um hugskotini og geva bólkunum afturmeldingar um teirra hugskot og framløgur.

Menna næmingar til framtíðar størv

Kanningar vísa, at næmingar, sum fáa undirvísing í nýskapan og íverksetan gleðast um at ganga í skúla og seta sær hægri mál fyri útbúgving og yrkisleið. Harumframt kenna tey seg at hava nakað at geva samfelagnum, og tey eru bjartskygdari um framtíðina. Tey menna fakligar, persónligar og sosialar førleikar, ið eru neyðugir fyri at megna framtíðar størv bæði sum íverksetar, leiðarar og starvsfólk.

eFishient frá Miðnámi á Kambsdali fekk eitt herðaklapp frá dómsnevndini í fjør. Teir fýra ungu íverksetararnir arbeiddu úr frá eini missión um at effektivisera línufiskarí. Hetta vildu teir gera við einum línuvektsensori, ið sigur nær línan er full. Teir høvdu 3D-printað eina modell av vektsensorinum í Fab Lab verkstovuni. Spurdir um hvat tað besta við at luttaka í Ungt Virki er, svaraðu teir at tað er gott at arbeiða sum eitt toymi.

Trýst á knøttin niðanfyri, fyri at taka plakatina niður: