Fjølbroytt ung virki hugtóku
Fríggjadagin 24.mars var sum kunnugt skipað fyri kappingini Ungt Virki á Miðnámi á Kambsdali.
Og tað vóru næmingar frá okkara skúla eins og Glasi og Tekniska Skúla í Klaksvík, sum høvdu meldað til, og tilsamans 16 bólkar luttóku í ár.
Dagurin var væl eydnaður, og mong fingu høvi at síggja básarnar, sum luttakandi ungu virkini høvdu pyntað til endamálið. Dómararnir gingu runt og mettu um og spurdu luttakandi bólkarnar um ymiskt. Síðani varð farið í skúlahøllina, har hvør bólkur hevði eina stutta framløgu um sína vøru/sítt hugskot og um virkið.
Og at enda fóru bólkarnir til samrøðu hjá dómarunum, sum síðani gjørdu niðurstøður og valdu vinnara og nummar tvey og trý. Dómararnir umboðaðu nógvar ymsar fyritøkur: LookNorth, JT-Electric, Betri, Berglon, Nema, Navia og Thetis. Og so vóru eisini umboð fyri Íverksetarahúsið og Hugskotið í dómsnevndini, so næmingar høvdu nervar, men gjørdu eitt sera gott arbeiði gjøgnum dagin.
Pláss var eisini fyri hugna, einum góðum morgunmati, døgurða og seinnapartskaffi við kaku og frukt, og karmarnir vístu seg av vera góðir til at hýsa tiltakinum.
Serstakt hesaferð var, at fyritøkur stuðlaðu nummar tvey og nummar trý í kappingini – umframt Betri, sum er høvuðsstuðul og letur vinnaranum 5000 kr. og fíggjar munandi partar av tiltakinum saman við luttakandi skúlunum. Í ár læt P/F Varðin 1500 kr. til bólkin, sum varð nummar tvey í kappingini, og Vónin læt 1000 kr. til bólkin, sum varð nummar trý í kappingini.
Í ár var tað TARAS frá Tekniska Skúla í Klaksvík, sum vann kappingina. Vinnarabólkurin hevði arbeitt við eini sannførandi verkætlan, ið tekur støði í burðardyggari framleiðslu av stívilsi úr føroyskum tara – m.a. til fóðurframleiðslu til føroysku alivinnuna.
Nummar tvey gjørdist BEHR, sum framleiddu smáar stílfullar mótataskur úr endurnýttum súkkluslangum. Tær fýra ungu kvinnurnar ganga allar á Glasi.
Og nummar trý gjørdist KLODDI, sum framleiddi ullklæddar puffar úr gomlum bildekkum og endurnýttum føroyskum troyggjum. Tey ganga øll trý á Glasi.
Miðnám á Kambsdali takkar øllum luttakarum fyri dagin og ynskir vinnarunum hjartaliga til lukku og bestu eydnu í donsku kappingini Company Programme, sum verður í Keypmannahavn tann 26.apríl.