Fyrsta próvtøkan í FSA á Miðnámi á Kambsdali – breitt samstarv í økinum
Fríggjadagin 24/3 varð fyrsta próvtøkan av sínum slagi eftir námsætlanini fyri føroyskt sum annaðmál hildin á Miðnámi á Kambsdali. Talan var um stigið FSA 2.1 og stigroyndin varð hildin fyri næmingar, sum hava lisið føroyskt sum annaðmál á dagsskeiði á Kambsdali síðani november í fjør.
Hendan undirvísingin er nýtt virksemi í norðurøkinum og er eitt samstarv millum kvøldskúlarnar hjá kommununum í økinum, Miðnám á Kambsdali og Barna- og Útbúgvingarmálaráðið, og er partur av landsfevnandi verkætlanini “Føroyskt sum annaðmál”. Kvøldskúlarnir taka sær av móttøkuskeiðunum, og drúgvaru skeiðini frá FSA 2 og uppeftir verða nú løgd saman í hesi royndarverkætlan.
Fýra undirvísarar á Miðnámi á Kambsdali taka í løtuni serligu ískoytisútbúgvinginga fyri undirvísarar í føroyskum sum annaðmál á Fróðskaparsetri Føroya. Útbúgvingin byrjaði á heysti í 2021 og væntast at enda um ársskiftið 2023/24. Undirvísingin fyri tilflytarum í vetur hevur tí verið ein týðandi liður í arbeiðinum at menna tilboðini í FSA í norðurøkinum. Lærarar á skeiðnum í vetur hava verið Christina Jensen, Deirdre Hansen, Elinborg Osvaldsottir, Óli Wolles, Hanna Jensen og Jákupbjørg Lambaa, sum hava havt málsligu undirvísingina, meðan Hans Jacob Kollslíð hevur serliga havt mentanarliga partin.
Tá byrjað varð, komu undirvísarar frá kvøldskúlaskipanunum í økinum, sum høvdu royndir at arbeiða við CEFR-stiganum í mun til føroyskt, at leggja lunnar undir og avgreiða fyrstu visitatiónina til skeiðið. Anja Samuelsen frá kvøldskúlanum í Klaksvík, Kristbjørg Djurhuus frá kvøldskúlanum á Toftum og Marita Olsen frá kvøldskúlanum í Runavík gjørdu hetta arbeiðið saman við undirvísarum á Miðnámi á Kambsdali.
Stórur áhugi – luttakarar frá Afrika, Asia og Europa
Stórur áhugi var fyri skeiðnum, tá tað varð boðið út í heyst, og nú próvtøka er hildin, so hava 18 av skeiðsluttakarunum staðið stigroyndina, og hesi eru klár at fara undir næsta stigið ella at fara út á arbeiðsmarknaðin við betri førleikum í føroyskum.
Lesturin varð skipaður sum hálvur skúladagur frá middegi, og tey lesandi vóru frá Filipsoyggjunum, Tailandi, India, Kenja, Tunesia, Ukreina og Bosnia–Hersegovina.
Trivnaðurin og samanhaldið í hesum fyrsta flokkinum hevur verið framúr, og samskiftið millum lærarar og lesandi av tí allarbesta. Umframt at læra føroyskt mál, at lesa, skriva, lurta og tosa, so er ein partur av skeiðnum eisini um føroyska mentan og samvirkanina millum tær ymsu mentanirnar, sum tilflytararnir hvør í sínum lagi umboða.
Stigroyndin er skrivligar uppgávur og munnlig próvhoyring, og nervarnir vórðu hildnir í javnvág við góðum mati, sum asiatisku næmingarnir høvdu tikið við til steðgin millum skrivliga og munnliga partin av stigroyndini. So dagurin var væl eydnaður – bæði viðvíkjandi formligu úrtøkuni og sum uppliving.
Próvhoyrarar og próvdómarar vóru Christina Jensen, Elinborg Osvaldsdóttir, Jákupbjørg Lambaa og Deirdre Hansen. Uttanhýsis eygleiðari og vegleiðari var Majken Gaard, sum undirvísir í føroyskum fyri tilflytarar í Suðuroy. Miðnám á Kambsdali fegnast saman við próvtakarunum, nú fyrsta skeiðið er lokið, og prógvini verða nú gjørd klár til handan. Lýst verður nærri, nær næsta skeiðið í røðini byrjar – eftir ætlan beint eftir summarfrítíðina.