Lærarastørv á Kambsdali 2023 – 2024
Miðnám á Kambsdali søkir eftir tímalærarum og avloysarum.
Læraratímar eru í hesum lærugreinum:
Føroyskum A, enskt B, sølubúskapi C/B, virkisbúskapi C/B /A, fyriskipan C, stjørnufrøði C, alisfrøði C, støddfrøði C, lívfrøði C/B/A, religión C, sálarfrøði C, tónleiki C, mentanarfatan C og heimspeki C.
Avloysaratímar eru í hesum lærugreinum
Enskum A og søgu A, august til oktober.
Størvini verða sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum. Talan kann gerast um fast starv.
Útbúgving og royndir
Tann, ið settur verður at undirvísa á B og A stigi, skal hava kandidat- ella masterútbúgving á 300 ECTS í einari ella fleiri lærugreinum frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
Tann, ið settur verður at undirvísa í C stigi, skal hava bachelor útbúgving á 180 ECTS í einari lærugrein frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
Umsøkjarar, sum ikki hava námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar, skulu vera sinnaðir at fara undir hesa skjótast møguligt.
Viðkomandi undirvísingarroyndir eru ein fyrimunur.
Persónligir førleikar
Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á førleikarnar:
- at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar
- at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt
- at leiða og leggja til rættis undirvísingarstøðuna
- at sýna ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Miðnámi á Kambsdali
Harafturat verður dentur lagdur á:
- at tú hevur góðar málsligar førleikar, bæði munnliga og skrivliga
- at tú hevur KT førleikar á góðum brúkarastigi og ert sinnað/-ur at seta teg inn í nýggjar skipanir.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 26. apríl 2023.
Spurningar um størvini kunnu setast Óla Wolles, settum rektara, á olw@kambsdalur.fo ella á telefon 742031.
Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo.