Søk inn á Miðnám á Kambsdali!

Tey, sum ætla at søkja inn á eina av útbúgvingunum á Miðnámi á Kambsdali, kunnu nú skriva seg inn gjøgnum heimasíðuna “Innskriving”. Leinki og vegleiðing til “Innskriving” er her: Mentamálaráðið – Umsóknarblað…

Nógv vitjandi á skúlanum í heyst

Miðnámsskúlin á Kambsdali hevur í heyst havt fleiri vitjanir. Talan er um ymisk samstørv og verkætlanir, sum skúlin tekur lut í. Fáar vitjanir vóru seinasta ár vegna koronafarsóttina, og eisini tí hava fleiri næmingar og…

Næmingar kappast um best rikna virki

Síðst í januar arbeiddu næmingar í Virkisbúskapi A og Sølubúskapi A við búskaparspælinum Tour De Economy. Hetta er eitt spennandi spæl, sum gevur verunleikakendar avbjóðingar, har næmingar sleppa at royna seg við ovastu…

Næmingar vitja Letland

Fimm næmingar í flokkinum B18a á Búskaparbreyt hava júst verið á námsferð í Letlandi. Túrurin var ein liður í Nordplus Junior verkætlan um grøna ferðavinnu, har skúlaflokkar úr fýra londum – Letlandi, Finnlandi,…

Parasport Føroyar og Miðnám gjørt slóðbrótandi avtalu

Í samstarvi við serbreytina á Miðnámi á Kambsdali fer Parasport Føroyar nú at bjóða eitt serligt venjingartilboð til næmingar, ið vilja tvinna saman ítrótt og útbúgving. Serbreytin er serlig breyt fyri tey, ið eru tarnað…

Alment kunningartiltak

Mikukvøldið 5. februar frá 18 til 21 skipar Miðnám á Kambsdali fyri almennum kunningartiltaki í skúlanum. Freistin at søkja til miðnám komandi skúlaár er 15. mars. Í tí sambandi vil Miðnám geva foreldrum, avvarðandi…

Nøkur pláss eftir

Enn eru nøkur pláss eftir á akademiútbúgvingini, sum byrjar týskvøldið, 4. februar 2020. Lærugreinarnar í vár eru: Hagfrøði – røtt tøl til rættar avgerðirHuman Resource Management – starvsfólk er tilfeingi Hetta…

Jákup Eyðun 70 ár

Mánadagin í hesi vikuni var rundur føðingardagur í Miðnámi. Tað var Jákup Eyðun Joensen, lærari í lívfrøði, sum fylti 70 ár. Í hesum sambandi skipaði skúlin fyri hugnaligum hátíðarhaldi í kaffipausuni mánamorgunin. Jákup…

Tak miðnám í fýra londum!

Nú ber til at søkja inn á norðuratlantiska studentaflokkin, sum er knýttur at Miðnámi á Kambsdali. Tey, sum verða upptikin, sleppa at taka miðnám í fýra ymiskum norðurlondunum: Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Danmark. Útbúgvingin…

Akademiútgbúgving: Tíð at søkja

Mánadagin 20. januar er seinasta freist at søkja um upptøku á Akademiútbúgvingini í Miðnámi á Kambsdali. Lærugreinararnar hesa lestrarhálvuna verða – um nóg nógv tekna seg – Human Resource Management, Verkætlanarleiðsla…

Eirikur Tausen farin frá fyri aldur

18. desember var, eins og vanligt er fyri jól, ein hugnalig samkoma fyri starvsfólkunum á Miðnámi á Kambsdali. Hesaferð var løtan ikki minni hátíðarlig enn vanligt, tí hetta var samstundis høvið at siga einum starvsfelaga…

Jólahald seinasta skúladag

Seinasta skúladag undan jólum, mikudagin 18. desember, er jólahugni og jólagudstænasta á skrá í Miðnámi. Dagurin verður skipaður soleiðis: 08.10 – 11.00 Jólahald í Ítróttarhøllini 11.30 – 12.30 Kirkjugongd í…