Søk inn á Miðnám á Kambsdali!

Tey, sum ætla at søkja inn á eina av útbúgvingunum á Miðnámi á Kambsdali, kunnu nú skriva seg inn gjøgnum heimasíðuna “Innskriving”. Leinki og vegleiðing til “Innskriving” er her: Mentamálaráðið – Umsóknarblað…

Nógv vitjandi á skúlanum í heyst

Miðnámsskúlin á Kambsdali hevur í heyst havt fleiri vitjanir. Talan er um ymisk samstørv og verkætlanir, sum skúlin tekur lut í. Fáar vitjanir vóru seinasta ár vegna koronafarsóttina, og eisini tí hava fleiri næmingar og…

Talaðu fyri fullsettari skúlahøll

Hesa vikuna hevur talarsaskúli verið á Miðnámi á Kambsdali Føroyskur dansur, sjálvsvirði, svik, angist, og tunglyndi. Tað vóru nøkur av evnunum, sum ein bólkur av ungum arbeiddi við á intensa talaraskúlanum fyri næmingar…

NORÐURATLANTISKI STUDENTAFLOKKURIN

,
Norðuratlantiski studentaflokkurin er eitt serstakt útbúgvingartilboð til næmingar úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi, ið ynskja at uppliva norðuratlantiska økið og samstundis fáa eina studentsútbúgving. Í norðuratlantiska…

Opið hús og kunning um serbreytina 1/3 kl. 19

,
Mikukvøldið 1. mars kl. 19.00 verður opið hús á serbreytini á Miðnámi á Kambsdali.  Tiltakið er eitt høvi hjá komandi næmingum, foreldrum ella avvarðandi og eitt nú starvsfólkum innan serøkið at kunna seg nærri um skúlatilboðið…

Kunningartiltak hóskvøldið 16/2 kl. 19.00

,
Hóskvøldið 16/2 kl. 19.00 verður kunningartiltak um útbúgvingarnar á gymnasialum miðnámsstigi, sum skúlin bjóðar: búskaparbreyt, fyrireikingarbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, FHS og NGK. Tiltakið er eitt høvi hjá komandi…

Rektaraskifti á Miðnámi á Kambsdali

,
Í sambandi við, at Hanna Jensen herfyri tók sæti í løgtinginum og søkti um farloyvi frá rektarastarvinum, hevur Barna- og Útbúgvingarmálaráðið gjørt av, at seta Óla Wolles sum rektara. Óli Wolles er 61 ára gamal, útbúgvin…

Kyndilsmessudansur í forhøllini

Kyndilsmessa er 2. februar. Og dagurin varð markeraður á skúlanum við føroyskum dansi í forhøllini. Áhugin var stórur, og fitt av næmingum luttóku í ringinum. Kyndilsmessa er upprunaliga Mariumessa, og hon er til minnis um,…

So er aftur skrivikapping!

,
Elskar tú góðar søgur? Dámar tær at skriva? Og vilt tú vinna 5.000 krónur? So er at fara í gongd nú, tí nú skipar Miðnám á Kambsdali aftur fyri skrivikapping millum allar næmingarnar á skúlanum. Freistin at lata inn er mikudagin…

Nú hevur tú møguleika at søkja inn á United World College

At uppliva og gerast partur av einum spennandi og mennandi altjóðaskúlaumhvørvi! Ja, so hevur tú møguleika at søkja um upptøku áUnited World College í Dale Kommune, sum liggur umleið 100 kmnorðan fyri Bergen. United World College…

Akademi próvhandan

Mikudagin 25. januar varð lítið hátíðarhald hildið, í sambandi við at fýra lesandi, Mona Langgaard, Sámal á Tjaldafløtti, Nancy Djurhuus og Rúni Petersen, vórðu liðug við Akademiútbúgvingina, sum tey hava tikið á Kambsdali. Tey…

Vetrarroyndir, matpakkar, stúran, spenningur og áhugaverdar vitjanir

Vika 4 hevur ikki bara bjóðað upp á glopraregn og illfýsið veður á Kambsdali. Hetta er vikan, tá ið ársroyndir verða hildnar á skúlanum. Endamálið er at næmingarnir fáa høvið at loysa uppgávur, so tey vita, hvat ið krevst…