Spurnarkanning millum næmingar er endurtikin 

Í januar og februar 2023 luttóku 1290 miðnámsskúlanæmingar í einari spurnarkanning um sálarheilsu, aðra heilsu, skíggjanýtslu og rúsnýtslu.  

Kanningin er millum næmingar á øllum 5 miðnámsskúlunum í Føroyum. 68% av næmingunum hava svarað. Tað eru miðnámsskúlalærararnir Christian Joensen og Terji á Lakjuni, sum hava staðið fyri kanningini. 

Talan er um eina endurtøku av nærum somu kanning, sum var gjørd á størstu miðnámsskúlunum í Føroyum fyri tveimum árum síðani. Í fleiri førum eru úrslitini frá 2023 samanborin við úrslitini frá 2021.  

Umrøðan av sálarheilsu, skermnýtslu og rúsevnum er nógv økt seinastu árini, og vit mangla hagtøl um evnini.  Endamálið við hesum kanningum er at geva eitt íkast til orðaskiftið, sum vónandi kann hjálpa foreldrum, lærararum, felagsskapum og myndugleikum at betra um umstøðurnar hjá okkara ungu. 

Sí leinki: tøl og grafar frá kanningini

Niðanfyri eru viðmerkingar til nøkur av úrslitunum í kanningini:  

Sálarheilsutalið er ikki minkað seinastu tvey árini

Í 2017 kannaðu Súsanna O. Skaale og Annika H. Davidsen sálarheilsuna hjá føroyskum miðnámsskúlanæmingum. Tær mátaðu sálarheilsuna við støði í Warwik-Edinburgh Mental Well-being Scale. Hesin sami háttur er nýttur í kanningunum í 2021 og 2023 

Myndin omanfyri vísir gongdina í sálarheilsutalinum. Kannningin í 2021 vísti eitt stórst fall í sálarheilsutalinum, meðan nýggja kanningin frá 2023 vísir, at støðan er umleið hin sama í 2023. At sálarheilsan hjá teimum ungu er meira støðug nú, kann koma av tí fokus, sum hevur verið á sálarheilsu, og at tey ungu hava fingið fleiri tilboð, t.d. átøk hjá Fólkaheilsuráðnum og tilboðið um ókeypis sálarfrøðihjálp.  

Talið av næmingum sum roykja, nýta rúsdrekka ella rúsevnir er minkað.  

Talið av roykjarum er minkað frá 10% í 2021 til 6% í 2023.  

Talið av næmingum, sum nýta rúsdrekka, er minkað frá 80% til 75%. 

Talið av teimum, sum hava roynt rúsevnir, er minkað frá 26% til 22%.   

Meira bundin av skíggjanýtslu og fleiri kropsliga óvirkin 

Av øðrum úrslitum kunnu nevnast:  

Talið av næmingum, sum ikki íðka, er vaksið frá 12% til 19%.   

Talið av næmingum, sum kenna seg bundnan av skíggjanýtslu er vaksið frá 51% til 63%.  

Sí fleiri úrslit í leinki: tøl og grafar frá kanningini.