Gleði og gleimur – og summar og sól á Kambsdali
Seinastu vikurnar hevur summarsólin veruliga smílt blídliga í Føroyum – og Kambsdalur er einki undantak. Seinastu dagarnar hava næmingar verið til seinastu próvtøkur sínar, og so kann loksins húgvan setast á høvdið á spentu og ágrýtnu næmingunum. Í fleiri vikur hava næmingar sitið í sveittabroti og lisið uppá, so at skrivligu og munnligu próvtøkurnar eydnaðust so væl sum gjørligt. Seinastu næmingarnir fara til sína allar seinastu próvtøku 19. 20. og 21. juni, so á longsta degi hava øll lokið sína útbúgving á Miðnámi á Kambsdali.
Nógvar pisur fáa prógv
Á ár fáa heilt nógvar pisur húgvu á høvdið og prógv í skjáttuna á Miðnámsskúlanum á Kambsdali – sum tekin um lokna útbúgvin í tvey ella trý ár. 140 næmingar fáa prógv á teimum fýra breytunum – hugbreyt, búskaparbreyt, náttúrubreyt og fyrireikingarbreyt. Tær flestu pisurnar eru aftur í ár kvinnur. Tær eru 90 í tali. Og 50 mannfólk fáa prógv í ár.
Mikudagin 21. juni verður stóri, árligi pisufundurin á Gøtusandi kl. 17:00 – um viðrar. Tað plagar at vera ein sera hátíðarlig løta. Í ár verður gestarøðarin Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD. Og vegna næmingarnar fer Jákup Norðoy Vilhelmsen úr B20b at siga nøkur orð. Fuglafjarðar Hornorkestur fer eisini at seta dám á pisufundin hjá næmingunum í ár. Og fríggjadagin 23. juni verður so stór prógvhandan í ítróttarhøllini á Kambsdali. Hesa vikuna fáa eisini 5 næmingar á Serbreytini prógv – og 15 FHS næmingar fáa prógv. Hesir næmingarnir halda í nøkrum førum fram á Miðnámi á Kambsdali í tvey ár afturat. Á fyrireikingarbreytini í Klaksvík, sum eisini hoyrir til skúlan, fáa í ár 9 næmingar prógv.