Hakin settur í á Miðnámi á Kambsdali
Mikudagin 7. juni kl. 15 var lítið hátíðarhald á Miðnámi á Kambsdali í sambandi við, at Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, setti hakan í og soleiðis formliga byrjaði útbyggingina av Miðnámi á Kambsdali.
Handilsskúlin, sum var liðugur í 1990, og Studentaskúlin, sum var liðugur í 1993 vóru frá byrjan samanbygdir. Teir vóru í 2015 lagdir saman í nýggja stovnin Miðnám á Kambsdali, og í tí sambandi vóru nýggj lærarahøli, umsitingarhøli og bókasavn bygd uppí skúlan. Verandi bygningur er í ein fýrakant við einum opnum garði í miðjuni – og tað er hesin opni garðurin, sum nú verður innilokaður.
Her verður bygt í tveimum hæddum, soleiðis at ovara hæddin fer at hava nýggjar starvsstovur til alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði og lívtøknifrøði. Niðara hæddin verður eitt stórt felagsrúm, sum knýtir saman bókasavnið, kantinuna og skúlahøllina og víðkar um møguleikarnar við øllum hesum trimum funksjónum umframt at vera eitt stórt felagsrúm, har høvi verður hjá næmingum at gera eitt nú bólkaarbeiði.
Útbyggingin fevnir umframt nevndu høli eisini um nýggjan køk. Verandi køkur er frá 1990 og varð bygdur til umleið 180 næmingar. Næmingatalið er í dag um 500 – og eisini starvsfólkatalið er økt tilsvarandi.
Tað eru Zeta arkitektar, sum hava teknað, og Spenn og SMJ hava projekterað. Búsetur stendur fyri byggiarbeiðinum, sum nú fer í gongd. Løgtingið hevur játtað 94 mió til verkætlanina, sum eftir ætlan skal vera liðug um góð tvey ár. Talan er um 1476 nýggjar fermetrar pluss nakað av umbygging, so verkætlanin fevnir íalt um 2167 fermetrar.
Við hesi verkætlan fær Miðnám á Kambsdali munandi betri umstøður við dagførdum serhølum og rúmligum felagshøli.
Røðan hjá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, kann lesast her: Hakin settur í, til triðja byggistig á Miðnámi á Kambsdali
Røðan hjá Óla Wolles, virkandi rektara, kann lesast her: Røða tá hakin varð settur í 7. juni 2023