Akademiútbúgving – nú eisini á netinum

Miðnám á Kambsdali bjóðar aftur í vár fleiri lærugreinir innan akademiútbúgvingina (AÚ). Sum nakað nýtt verður vælumtókta lærugreinin leiðsla í verki bjóðað út sum netskeið umvegis Teams. 

“Endamálið við AÚ er at útbúgva og eftirútbúgva fólk, sum eru í vinnu. Fleksibilitetur er avgerandi, og kann netundirvísing gerast ein stórur fyrimunur,” sigur Christian Joensen, rektari á Miðnámi á Kambsdali.

Umframt netskeiðið í Leiðslu í verki bjóðar skúlin eisini:

Altjóða búskap: Hósdag kl. 17.00 á skúlanum

Fyriskipan og starvssálarfrøði: Týsdag kl. 17.00 á skúlanum

Freistin at melda seg til er 12. januar.

Tilmelding fer fram her: tilmelding