Akademiútbúgvingin – nú er tíð at søkja!

Akademiútbúgvingin – stytt AÚ – er parttíðar útbúgving til tín, sum hevur starv og ynskir eina framhaldandi útbúgving. Útbúgvingin gevur tær møguleika at førleikamenna teg í verandi ella komandi starvi.

Akademiútbúgvingin er sera liðilig, og tað ber til at taka stakar lærugreinar ella eina samlaða útbúgving, ið fevnir um fimm lærugreinar og eina endaliga verkætlan.

Fá innskrivingarseðil ella les meira um útbúgvingina við at trýsta á her.

Umsóknarfreistin er 20. januar.