Beinta liðug við AÚ
Í dag bleiv Beinta Dalheim liðug við AÚ útbúgvingina innan leiðslu. Akademiútbúgvingin er ein parttíðarútbúgving, har tann lesandi tekur fimm stakar lærugreinar og síðani skrivar eina endaliga ritgerð. Samanlagt er talan um 60 ects. Vegleiðari hjá Beintu hevur verið Jákup Bech Jensen, sum somuleiðis undirvísir í fleiri av lærugreinunum á AÚ útbúgvingini.
Á Kambsdali verða tvær breytir bjóðaðar út. Leiðslubreytin og búskapar- og tilfeingisbreytin. Í vár eru lærugreinarnar vinnubúskapur á búskapar-og tilfeingisbreytini og broytingarleiðsla á leiðslubreytini bodnar út.
