Burðardygd á breddan
Mikudagin varð sjøtul settur á ársins tvørfakligu tilgongd hjá 2. flokki á gymnasialu breytunum á Kambsdali. Burðardygd er evnið í ár, og skipað verður m.a. fyri trimum felagsfyrilestrum í august og september. Fyrsti fyrilesturin var um verndarvirksemið hjá Umhvørvisstovuni. Rakul Mortensen, umhvørvisevnafrøðingur, legði fram.

Tvørfakligir førleikar eru avgerandi í nútíðarsamfelagnum, og tí er hetta eisini ein aðartáttur í gymnasialu útbúgvingunum. At skilja einstøku lærugreinina í einum breiðum og samanhangandi høpi er umráðandi, tá hesir førleikar skulu mennast og fløktir spurningar skulu greinast.

Burðardygd er sum sagt yvirskipaða evnið, ið umframt við felagsfyrilestar eisini verður ítøkiligjørt av lærarunum á ymisku breytunum. Náttúrubreytin hevur serliga fokus á lærugreinirnar lív-, alis- og støddfrøði. Hugbreytin hevur fokus á mál, søgu og samfelag, meðan búskaparbreytin serliga hevur fokus á búskaparligu lærugreinirnar.

Næsti felagsfyrilesturin verður um burðardygga orku.
Næmingarnir tilevna saman við lærarum ein arbeiðssetning, sum er grundarlagið undir eini tvørfakligari einstaklingauppgávu, sum verður latin inn í november.



