Eirikur Tausen farin frá fyri aldur

18. desember var, eins og vanligt er fyri jól, ein hugnalig samkoma fyri starvsfólkunum á Miðnámi á Kambsdali. Hesaferð var løtan ikki minni hátíðarlig enn vanligt, tí hetta var samstundis høvið at siga einum starvsfelaga gjøgnum mong ár farvæl.

Eirikur Tausen, sum á sumri 1991 byrjaði sum lærari í søgu og føroyskum á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy, sum tað tá æt, hevur gjørt av at fara frá fyri aldur eftir trúgva tænastu hesi árini. Eirikur er kendur sum sera dugnaligur lærari, og tey munnu vera mong, sum minnast gott aftur á tímarnar hjá Eiriki. Hann hevur kravt nógv av næmingum, men eisini givið – og verið vinarligur og rættvísur.

Hesa hátíðarløtuna helt Páll Isholm, rektari, røðu fyri Eiriki og handaði gávu, og vegna starvsfelagarnar bar Óli Wolles Eiriki eina heilsan, og Birna Heinesen, forkvinna lærararáðsins, handaði honum eina gávu.

Hjá starvsfeløgum hjá Eiriki, serliga teimum, sum hava somu lærugreinir sum hann, verður tað ein saknur, nú hann gevst, tí Eirikur hevur altíð verið hjálpsamur og góður í ráðum. Hjá næmingunum verður tað eisini ein missur. Men maður kemur í mans stað, sigur orðatakið. Og soleiðis fer ivaleyst eisini at vera í hesum føri, hóast tað eru stórir skógvar at fylla. Tað vóna og vænta vit í hvussu er.

Skúlin ynskir Eiriki bestu eydnu og blíðan byr fram á lívsleiðini, nú hann fer at njóta eftirlønarárini – ið vónandi verða bæði mong og góð.