Akademiútgbúgving: Tíð at søkja
Mánadagin 20. januar er seinasta freist at søkja um upptøku á Akademiútbúgvingini í Miðnámi á Kambsdali. Lærugreinararnar hesa lestrarhálvuna verða – um nóg nógv tekna seg – Human Resource Management, Verkætlanarleiðsla og Hagfrøði.
Akademiútbúgvingin í Miðnámi hevur tríggjar breytir: Leiðsla, Altjóða handil og marknaðarførsla og Búskapur og tilfeingi. Akademiútbúgvingin er parttíðar útbúgving, og umframt samlaðu útbúgvingina ber eisini til at taka stakar lærugreinar.
Upptøka á Akademiútbúgvingini krevur:
1. viðkomandi yrkisútbúgving (t.d FHS, SIT ella lærutíð) ella
2. viðkomandi grundútbúgving fyri vaksin (t.d. tikin á VUC í DK) ella
3. miðnámsútbúgving ella
4. aðra viðkomandi útbúgving svarandi til støði nevnt í pkt. 1-3 og
5. 2 ára viðkomandi vinnulívsroyndir