Tak miðnám í fýra londum!
Nú ber til at søkja inn á norðuratlantiska studentaflokkin, sum er knýttur at Miðnámi á Kambsdali.
Tey, sum verða upptikin, sleppa at taka miðnám í fýra ymiskum norðurlondunum: Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Danmark.
Útbúgvingin er eitt samstarv millum fýra studentaskúlar í teim fýra londunum.
Tað fyrsta árið ganga næmingarnir á Gribskov gymnasium í Danmark. Annað árið eru tey fyrst í Miðnámi á Kambsdali og síðani á Verzlunarskóla Íslands í Reykjavík. Og triðja árið verður tikið á GUX í Sisimiut.
Fyrsti flokkurin í hesi slóðbrótandi útbúgving gongur í løtuni á Gribskov gymnasium. Tvær føroyskar gentur eru í flokkinum, og í summar koma tær saman við ungum úr hinum trimum londunum at ganga í øðrum flokki á Kambsdali.
Umsóknarfreistin til nýggja flokkin er 1. mars.
Meira kunning um útbúgvingina, og hvussu tú søkir fæst á heimasíðuni nordatlantisk.dk.
Mikudagin 5. februar verður opið hús á Kambsdali, og tá kanst tú eisini fáa nærri kunning, svar uppá spurningar og vegleiðing í at skriva umsóknina.