Jákup Eyðun 70 ár
Mánadagin í hesi vikuni var rundur føðingardagur í Miðnámi. Tað var Jákup Eyðun Joensen, lærari í lívfrøði, sum fylti 70 ár. Í hesum sambandi skipaði skúlin fyri hugnaligum hátíðarhaldi í kaffipausuni mánamorgunin.
Jákup Eyðun hevur undirvíst miðnámsnæmingum í lívfrøði, líka síðan Studentaskúlin við Gøtugjógv varð settur á stovn í 1982. Og sum Kári Purkhús vísti á í síni røðu, so er Jákup Eyðun lítið broyttur øll hesi árini:
– Tú ert ikki niðurslitin, kropsburðurin er fattur og kropsrørslurnar framvegis kimiligar. Og enn ert tú líka skemtingarsamur og vinarligur.