Fólkaskúlanæmingar vitja
Nú um dagarnar vitja fólkaskúlarnir í økinum á Kambsdali. Á skránni er kunning um miðnámsskúlan og rundvísing á skúlanum fyri framtíðar næmingum. Tað er lestrarvegleiðingin, sum samskipar vitjanirnar. Maria Gregersen, lestrarvegleiðari, greiðir frá, at beint nú fær lestrarvegleiðingin mest spurningar um ymisku útbúgvingarnar og breytirnar á skúlanum, og um hvørjir munir eru á útbúgvingunum. Næmingarnir og foreldur teirra eru áhugaði at vita, hvørjar møguleikar, næmingar hava, um tey velja eina ávísa breyt. Summir av fólkaskúlanæmingunum vita longu nú, hvat ið tey ætla seinni í lívinum, men fleiri eru í iva, og ynskja tí at kanna, hvat ið ymisku breytirnar snúgva seg um.
Ein serliga áhugaverdur partur av vitjanunum eru verkstovur, har næmingarnir fáa høvið at seta seg inn í, hvat ymisku breytirnar – Hugbreyt, Búskaparbreyt, Náttúrubbreyt og FHS – kunnu bjóða, og hvat ið ein gerandisdagur á skúlanum kundi snúð seg um. Næmingarnir síggja eisini ymiskar filmar og fáa høvið at hoyra núverandi næmingar á skúlanum syngja og spæla tónleik fyri teimum. Maria Gregersen vil vera við, at teirra ynski á lestrarvegleiðingini er, at fólkaskúlanæmingarnir hava ein góðan og minnisríkan dag á Kambsdali, sum møguliga fer at vekja teirra áhuga at gerast næmingur á skúlanum. Fleiri av teimum vitjandi eru eisini glað at hitta vinfólk og eldri systkin, sum longu ganga á skúlanum.
Spurnarkappingar, søluátøk og eldbumbur
Halgerð og Jákup Bernhard Brim, lærarar, hava í ár kunnað næmingarnar um hugbreyt, og har royndu fólkaskúlanæmingarnir seg millum annað í einari áhugaverdari spurnarkapping. Doris Djurhuus greiddi frá um FHS. Hertha Olsen og Hjalti Dalheim greiddu frá um Búskaparbreyt, har tey millum annað vístu vitjandi næmingunum ymisk dømir um fyritøkur, innovatión, søluátøk, búskaparlig ástøðir og spennandi framleiðsluprodukt, sum næmingar á breytini arbeiða við. Jóannes Djurhuus og Hans Mikkelsen vístu teimum vitjandi, hvat ið arbeitt verður við á Náttúrubreyt – og har fingu næmingarnir høvið at gera ymiskar kanningar – áðrenn endað var við einum øðiligum eldhavi! – Og vit skilja á lagnum, at næmingarnir á myndunum tíbetur komu heilskapaðir frá ‘hættisligu’ vegleiðingini!
Næmingar úr Runavíkar Skúla, Tofta Skúla, Stranda Skúla og elstu næmingarnir úr Fuglafjarðar Skúla vitjaðu í seinastu viku; og mánadagin 21. februar koma so 9. floksnæmingarnir úr Fuglafjarðar skúla á gátt, og mikudagin 23. februar vitjar Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík. Maria Gregersen, lestrarvegleiðari, leggur afturat, at tá freistin nærkast, plaga næmingar og foreldur, at hava nógvar spurningar um sjálvt umsóknarblaðið. Og tey eru vælkomin at ringja til lestrarvegleiðingina, sum er fús at hjálpa. Umsóknarfreistin at søkja inn á skúlan er 15. mars 2022.