Føroyar lesa, N21x lesur eisini…

Í N21X gjørdu vit ein jólakalendara í desember 2023. Lærarin og FabLab á skúlanum framleiddu ein jólakalendara.

Hann hevði 9 lúkur, sum svaraðu til teir 9 undirvísingarblokkarnar í føroyskum í desember.

Og hann var stórur!

Í hvørjum blokki var ein lúka latin upp. Vit skiftust um at lata upp, og øll sluppu at lata upp.

Í hvørjari lúku lá ein tekstur og okkurt søtt.

Ein partur av skaldsøguni Skuggamyndir eftir Ingun Christensen, sum er í 9 pørtum.

Partarnir eru sjalvstøðugir og eru um persónar, sum allir fara í ein buss; sjónarhornið skiftir.

Lærarin hevði tekstir til reiðar til øll, og hesir lógu eisini inni á teams hjá næmingunum. Seinasta blokk lá eisini ein heilsan til næmingarnar.

Vit settu eitt korter av í hvørjum blokki til at lata upp og lesa tekstin. Hvør blokkur byrjaði við at lesa søguna/kapitlið saman. Sum oftast lósu vit hart, eitt brot í part, so vit komu runt, og øll lósu upp. Einaferð lósu vit innantanna, og einaferð las lærarin hart. So tosaðu vit um tekstin: hvat evnið var, hvussu partarnir hingu saman o.s.fr.

Seinasta lúka fyri jól hevði umframt tekstin eina heilsan til næmingarnar um at leita eftir einum posti.

Øll leitaðu og funnu at enda ein pakka við karamellum, sum vit bjóðaðu, og eina jólaheilsan frá læraranum

Síðan spældu vit leiklutirnar í søgunum.

Næmingar skiftust um at taka seðil, ið segði, hvønn leiklut, hann skuldi spæla, og næmingarnir gittu. Seðlarnir høvdu heitið á kapitlunum, sum samstundis vóru høvuðspersónar í hvørjum parti.

Ætlanin eydnaðist stak væl:

  • At lesa og hugsavna seg saman.
  • At lesa eina bók skjótt, samstundis sum vit høvdu aðra undirvísing og lósu nógv annað fakligt hendan mánaðin.
  • Eitt stuttligt jólahugskot við lesing.
  • At lata jólakalendara upp og telja niður til jóla.

Og krúnan á verkinum var, at vit vunnu kappingina Føroyar lesa og fingu 5000 kr.!

Vit ætla annaðhvørt at hava eitt rimmar hugnakvøld saman ella at keypa okkum hvør sína góða bók 😊