FSA prógvhandan
Hósdagin 26. juni var prógvhandan í føroyskum sum annaðmál. Undirvíst hevur verið á øllum fýra stigunum í FSA 2, sum er ætlað næmingum, sum hava útbúgving svarandi til í minsta lagi framhaldsdeild, og sum duga nakað av enskum.
11 næmingar fingu váttan fyri FSA 2.1, 18 fyri 2.2, 5 fyri 2.3 og 6 næmingar hava nú fullført alla útbúgvingina og fingu prógv fyri FSA 2.4. Íalt 40 næmingar, ið fingu ávegis váttan ella endaligt prógv.
Tey hava øll kýtt seg, og tað gevur úrslit. Hjartaliga tillukku!
Dagur og vika hevði hóskvøldið 26/6 eitt innslag frá FSA prógvhandanini á Kambsdali. Tað kann síggjast her: Dagur og vika 26. juni 2025 (00:40 – 04:00).
Ein av luttakarunum á FSA 2.4 hevur verið við okkum frá byrjanini og fer eftir summarfrítíðina á búskaparbreyt á Miðnámi á Kambsdali. Hon byrjaði á fyrsta FSA-holdinum á Kambsdali í november 2022 og tók fyrsta stig tann veturin. Síðani hevur hesin næmingurin og aðrir næmingar tikið FSA 2.2 um heystið 2023, FSA 2.3 um várið 2024. Loksins hava tey øll hetta skúlaárið (2024/2025) so tikið FSA 2.4, sum er tað drúgvasta skeiðið. Summi hava gingið til undirvísing tveir-tríggir fyrrapartar um vikuna, onnur tveir seinnapartar um vikuna (frá 17.00– 20.00) umframt fjarundirvísing einaferð um vikuna. Harumframt hava temavikur og temadagar eisini verið afturat vanligu undirvísingini. Hetta er sostatt fyrstu næmingarnir, sum hava staðið FSA 2.4 á Kambsdali, har ein teirra hevur verið við okkum frá byrjanini av og tískil skrivað FSA-søgu her hjá okkum. Ivaleyst verður hon ikki tann síðsta.
Síðani byrjan í november í 2022 hevur luttakaratalið til FSA verið støðugt vaksandi, og fyri FSA-skúlaárið 2024/2025 hava í alt 78 næmingar staðið stigroyndir í vetur og í vár. Í august heldur undirvísingin fram, tá umleið 50 næmingar halda fram á hægri stigi, og um 40 nýggir næmingar byrja á fyrsta stigi. Undirvísingin er deild í fimm ymiskar flokkar eftir stigi og um tað er dag- ella kvøldundirvísing. Meira er at síggja um Føroyskt sum annaðmál á Kambsdali her: Learn Faroese with FSA – Starting August 2025! – Miðnám á Kambsdali.
Hevur tú spurningar, ert tú væl komin at skriva teldupost til fsateam@kambsdalur.fo.
Myndatøka: Kristfríð Tyril / momo




































