FSF úrvalstilboð 2019/20

Skúlaárið 2019/2020 bjóðar Fótbóltssamband Føroya okkara ungdómi, sum vilja meira við fótbóltinum, eitt spennandi tilboð, har møguleiki verður fyri at samantvinna miðnámsskúla/arbeiði og fótbóltin. Teir bestu fótbóltsleikararnir fáa møguleika at venja saman við teimum bestu leikarunum í teirra aldursbólki.

ENDAMÁL
Endamálið við FSF Úrvalstilboðnum er at geva leikarum við góðum fótbóltsførleikum, og sum vilja nakað meira við fótbóltinum, tilboð um tvær morgunvenjingar um vikuna á høgum støði. Tilboðið er í samráð við skúla/arbeiði og avvarandi feløg. Við hesum vilja vit skapa karmar til ambitiøsar leikarar, sum vilja røkka stórum málum, um tað so er at gera mun í lokalumhvørvinum, at spæla í bestu deildunum, at koma á A-landsliðini ella enntá at blíva yrkisleikari uttanlands.

UMHVØRVIÐ
FSF Úrvalstilboð fyriskipar venjing 2 ferðir um vikuna – týsdag og hósdag kl 08.00 – 09.30. Vit eru eitt framsøkið og avbjóðandi venjingar – og avriksumhvørvi fyri tey størstu talentini, sum vilja gera ein eyka innsats. Venjingin verður skipað av vælútbúnum venjarum, og venjingarætlanirnar verða lagdar til rættis av fótbóltsmennarunum í FSF.

Eyðkenni fyri umhvørvið:

  • Dygd á øllum økjum
  • Hugburður, innsatsur og vilji
  • Gleði og samanhald
  • Ábyrgd og trivnaður

MÁLBÓLKUR
Málbólkurin er leikarar í aldrinum 16-20 ár. Til skúlaárið 2019/20 verða í stóran mun næmingar, sum ganga á 1.ári á miðnámsskúlunum, upptiknir. Tó er møguleiki fyri, at næmingar, sum eru komnir longri í útbúgvingini, kunnu blíva upptiknir – hetta metir miðnámsskúlin um í hvørjum einstøkum føri. FSF ger avtalur við miðnámsskúlar, um at næmingar á skúlunum kunnu luttaka í FSF Úrvalstilboðnum. Dagført yvirlit yvir skúlar, sum eru við í samstarvinum,sæst á heimasíðu FSF’s.
Leikarar, sum ikki ganga á miðnámsskúla, kunnu eisini søkja um upptøku á tilboðnum. Í hesum førum hevur leikarin ábyrgd av at avtala við møguligan arbeiðsgevara, so leikarin kann møta til venjingarnar til ásettu tíð.

ÚPPTØKA / ÚTVELJING
Venjarar á FSF Úrvalstilboðnum gera eina meting av innkomnu umsóknunum, og gera av, hvørjir leikarar verða upptiknir. Hendan tilgongd við útveljing er á hvørjum ári. Møguleiki er eisini at gera útskiftingar leypandi í skúlaárinum, um serlig viðurskifti tala fyri hesum.
Kostnaður fyri at luttaka á FSF Úrvalstilboðnum er 500 kr./mðr. (í 10 mðr. = 5.000 kr./árið). Harafturat fær hvør leikari ein klædnapakka við venjingarklæðum fyri ein kostnað á 500 kr., sum verður goldin áðrenn fyrstu venjing.

TILMELDING
Tilmelding fer fram á heimasíðu FSF’s – Nethandil – við at útfylla neyðugu upplýsingarnar. Í teiginum “umsókn” vilja vit fegin, at tú við tínum egnu orðum skrivar:

  • Hvørjar eru orsøkirnar, at tú vil luttaka á FSF Úrvalstilboðnum?
  • Lýs teg sjálvan
  • Sum fótbóltsspælara
  • Sum persón
  • Hvørjar eru tínar framtíðarætlanir í fótbólti?
  • Hvat verður títt íkast til venjingarumhvørvið?

FREISTIN AT SØKJA INN Á FSF ÚRVALSTILBOÐ ER 15. MARS 2019.

Leikarar fáa svar viðvíkjandi upptøku á FSF Úrvalstilboðnum í seinasta lagi 1. mai 2019.
Far inn á nethandilin hjá FSF við at trýsta á her.

Myndina eigur Fótbóltssamband Føroya