Fyrsti skúladagur
Í morgun hava allir næmingar hitst í sínum flokkum og fingið kunning í samband við skúlaársbyrjan. Á Miðnámi á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeiði ganga samanlagt 540 næmingar. 206 teirra høvdu sín fyrsta skúladag í morgun. Hesir ganga í níggju ymiskum flokkum. Tveir flokkar eru á hvørjari av teimum størru breytunum búskapar-, fyrireikingar-, hug- og náttúrubreyt og ein flokkur er á FHS yrkisnámi. Eisini byrjaðu fýra næmingar á serbreyt skúlans.
– Tað er altíð ein fragd at taka ímóti nýggjum og vónríkum næmingum. Í ár byrja 206 næmingar sína skúlagongd á Kambsdali og í Klaksvík, og okkara mál er, at teirra skúlatíð skal gerast ein lærurík og ógloymandi tíð, ið brynjar tey fakliga og menniskjaliga til framtíðar avbjóðingar, sigur Páll Isholm, rektari.
Korona ávirkar sjálvandi gerandisdagin og skúlagongdina nakað, men á Miðnámi á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeiði eru tey farin undir uppgávuna við góðum treysti.
– Vit hava sjálvandi tikið allar tilráðingar til okkum og skipa gerandisdagin, so vit kunnu hava eina so skilagóða skúlagongd sum gjørligt, og samstundis minka sum mest um smittuvandan. Vónandi fer smittan ikki aftur at avmarka skúlagongdina, tí serliga annar og triði flokkur hava longu merkt hetta í ríkiligan mun í vár, og ta støðuna ynskja vit okkum ikki aftur í. Tí er umráðandi hjá okkum at fylgja øllum tilmælum og tilráðingum, sigur Páll Isholm, rektari.