Fyrsti skúladagur

Í dag byrjaði skúlaárið aftur. Klokkan 9 møttu knapt 400 næmingar sum byrja í 2. og 3. flokki. Síðani møttu umleið 200 nýggjir næmingar á Miðnámi á Kambsdali. Rektarin bjóðaði teimum vælkomnum áðrenn útbúgvingarleiðarnir byttu næmingarnar upp í flokkar. Síðani fóru flokkarnir út í ymsu stovurnar har tey fingu ymiskar upplýsingar frá toymisleiðarnum.

Í morgin og fríggjadagin fara næmingarnir at hava ymisk samansjóðandi tiltøk.

Vit ynskja nýggju næmingunum vælkomnar á Miðnám á Kambsdali og teimum eldru vælafturkomnar.

Á facebook síðu skúlans ber til at síggja fleiri myndir frá fyrsta skúladegi.