Soleiðis skrivar morgunsendingin um vitjanina:

“Í eina tíð hevur FabLab verið royndarkoyrt fyri næmingum á Miðnámi á Kambsdali. Nú er komið so mikið áleiðis í royndunum, at FabLab verður latið upp alment. Samstundis er verkstovan blivin partur av altjóða FabLab netverkinum. FabLab, fabrication laboratory, er eitt lítið vekstað, sum stuðlar undir digitala framleiðslu í smáari nøgd. Av tólum, sum eru á FabLab kunnu nevnast, 3D prentarar, smáir og stórir fresarar, vinyl skerari, broderímaskina og lasarskerari.

Morgunsendingin tosar við Jóannes Djurhuus, lærara á Miðnámsskúlanum á Kambsdali.”

Tú kannst hoyra samrøðuna við at trýsta á her