Henrietta lokið námsfrøðiligu útbúgvingina
Á myndini síggjast frá vinstru Karl A. Olsen, vegleiðari, Óluva Klettskarð, vegleiðari, Henrietta A. Jacobsen í miðjuni við prógvi og blómutyssi í hond, Joan Mohr, námsleiðari á Kambsdali og Vónbjørt Tróndheim frá Glasi, sum hevur verið uttanhýsismetari í føroyskum.
Mikudagin 9. mars leyk Henrietta Arge Jacobsen verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini. Henrietta er M.A í føroyskum og hevur longu undirvíst í føroyskum á Miðnámi á Kambsdali í nøkur ár. Hetta skúlaárið slapp hon so framat at taka kravdu námsfrøðiligu eftirútbúgvingina. Hetta var fyrsti kandidatur á Miðnámi á Kambsdali, har Joan Mohr var námsleiðari.
Vegleiðarar hjá Henriettu hava verið Karl A. Olsen og Óluva Klettskarð.
Vit ynskja Henriettu hjartaliga til lukku við próvnum.