Fagnaðu filmi á Miðnámi á Kambsdali

Í ár eyndaðist tað aftur at halda árliga filmsfestivalin á Miðnámi á Kambsdali.

Á filmsfestivalinum vóru filmarnir, sum næmingarnir hava framleitt í miðlakunnleika, sýndir í Aulu skúlans. Dómsnevndin, sum í ár hevði Mariu Winther Olsen sum høvuðsdómara, metti um filmarnar, og besti heimildarfilmur og besti stuttfilmur fingu eina virðisløn. Tá allir filmarnir vóru vístir, sluppu áskoðararnir at atkvøða fyri besta filminum og harvið gera av, hvør skuldi fáa áskoðaraviriðslønina.

Hugflogið hjá næmingunum er gott, og tað endaði við, at 14 áhugaverdar filmar luttóku í kappingini. Heimildarfilmarnir viðgjørdu fleiri ymisk evnir. Úr rúgvuni kann nevnast rasisma í Føroyum, talufrælsi, rúsevnir, lívið á útoyggj og arkitektur í Føroyum. Fiktóns stuttfilmarnir bjóðaðu alt frá gysara, drama- og skemtifilmi, men reyði tráðurin í flestu filmunum var sálarheilsa.

Dómsnevndin valdi “Í Gøtu ein Dag” til besta heimildarfilm, og “Gjalir” til besta stuttfilm, báðir filmarnir vóru framleiddir av næmingum á fyrireikingarbreytini. Áskoðaravirðislønin fór til stuttfilmin “Flemming”, sum fekk 1/3 av atkvøðunum.

Í gøtu ein Dag
Gjalur