Málferð til París

3. páskadag fóru 15 fransktnæmingar saman við tveimum lærarum til ein av best umtóktu ferðamálunum í heiminum – nevnliga París. Hvønn dag varð farið til søgulig og hugtakandi støð, so sum listasavnið Louvre, gongugøtuna Champs-Élysées, kirkjuna á Montmartre: Sacré Coeurog víðagitnu Notre Dame (tó ikki inni, orsakað av eldsbrunanum), fyri bert at nevna nøkur teirra. Harafturat sluppu næmingarnir veruliga at royna seg á fronskum, t.d. við at bíleggja mat á matstovum ella at spyrja um veg, tá ið “Google Maps” ikki riggaði, sum tað skuldi. Samanumtikið ein spennandi og mennandi túrur, bæði málsliga og mentanarliga við góðum samanhaldi.

Á myndini ovast síggja vit nakrar næmingar framman fyri Sacré Coeur.