Miðnám á Kambsdali søkir eftir reingerðarfólki
Miðnám á Kambsdali søkir eftir reingerðarfólki
Ert tú tænastusinnað/ur, álítandi og íðin, so hava vit kanska rætta starvið til tín. Vit sóknast nevniliga eftir
2 reingerðarfólkum at vera partur av okkara tænastutoymi.
Talan er um tímalønt størv og arbeiðstíðin verður avtalað einsæris eftir tørvi, men roknast kann við
umleið 4 tímum hvønn skúladag. Møguleiki er bæði fyri at arbeiða í skúlatíð og uttanfyri skúlatíð.
Eisini kunnu væntast eyka uppgávur, tá eingin skúlagongd er.
Starvið verður lønt sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.
Umsóknarfreistin er 5. september 2023.
Umsóknin skal sendast til:
Miðnám á Kambsdali
Dalsvegur 1
Kambsdalur
530 Fuglafjørður
ella við telduposti til:
ums@kambsdalur.fo
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Súsonnu Hansen á telefon 252323.